2025-09-05 22:52

Tað var sum tá stóru tónleikastjørnurnar ella Ronaldo vitja í Føroyum. Skríggini og rópini frá børnunum hoyrdust langan veg tá Luka Modric var á veg út í kroatiska bussin.
Hann var fryntligur og gav sær tíð at taka myndir saman við nøkrum av spentu børnunum.
- Eg fekk mynd saman við honum, hoyrdist frá einum ovur fegnum dreingi, sum uttan iva fer at sova væl í kvøld.
Kroatar vunnu 1-0 á Føroyum í kvøld frammanfyri einum fullsettum Tórsvølli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald