Týsdagin spældu føroysku U15-landsliðini venjingardystir á Svangaskarði. Tað var í roynd og veru móti U16-landsliðunum hjá Íslandi - liðini vóru, í øllum førum í stóran mun, mannað við leikarum úr 2007-árganginum.
Sum skilst varð tað fyri stuttum funnið útav, at Ísland ikki fór at koma við tí, sum í ár er U15-landslið. Harvið vóru nakrir dreingir og nakrar gentur úr 2007-árganginum við føroysku liðunum, men tað sást samanlagt greiður munur á serliga tí fysiska økinum, og bæði liðini taptu við fýra málum.
- Tað endaði við 4-0 og 5-1 sigrum til Ísland, tá fyrst U15-dreingirnir, og síðan U15-genturnar hjá Føroyum fingu møguleikan at royna seg móti U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði á Toftum týsdagin, skrivar fsf.fo
Tó vóru glottar at hóma og til tíðir gott føroyskt spæl og samanlagt góður stríðsilji. U15-dreingirnir høvdu onkrar góðar málroyndir, og tað eydnaðist Ró Reginsdóttir at skora fyri Føroyar
Føroysku U15-genturnar hava júst skorað (Mynd: FSF)
Aftur í dag verða tveir venjingardystir millum Føroyar og Ísland. Teir vera á Tórsvølli. Genturnar leggja út klokkan 15.00, og fyrsta bríksl hjá dreingjunum verður klokkan 17.30.
Báðir dystirnir kunnu síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum og á tv.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald