Tveir teir fyrstu dystirnir í Faxe Kondi kappingini verða leiktir í kvøld. Báðir eru í bólki 1, har fýra lið dystast um tvey pláss í hálvfinalunum.
Hjá næstbesta liðnum hjá H71 verður hetta helst ógvuliga torført, og tí fer stríðið eftir øllum at døma at standa ímillum trý lið. Kyndil er oddalið í SMS-deildini og er favorittur at koma víðari, men kann veruliga verða lagt undir trýst, tá StÍF vitjar í kvøld. Liðið er nummar fýra, hevur vunnið á millum annað H71 í ár og hevur toppskjúttan í bestu kvinnudeildini, Haruka Gima.
Haruka Gima kann sanniliga geva Kyndli høvuðbrýggj (Mynd: Sverri Egholm)
VÍF kappast við júst StÍF um 4. plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar. Í steypakappingina kann tað koma at standa ímillum júst VÍF og StÍF um hvør kemur víðari saman við favorittinum Kyndli. VÍF leggur út sum stórfavorittur í 1. umfari - á heimavølli móti H71 2.
Í morgin verður 1. umfar í bólki 2 hjá kvinnum, har tað liggur í luftuni, at Neistin og H71 fara at røkka hálvfinalunum.
Faxe Kondi kappingin
Kvinnur
Bólkur 1
Leygardagin 16.01 kl. 18.00
Kyndil – StÍF
VÍF – H71 2
Bólkur 2
Sunnudagin 17.01.21 kl. 14.00
Neistin - Stjørnan
H71 – VB
Hondbóltur
Skulu dystast um hálvfinalupláss
Bólkur eitt í steypakappingini hjá kvinnum fer í gongd í kvøld. Áhugaverdur dystur er á skránni í høllini á Hálsi, har StÍF vitjar. Næstbesta liðið hjá H71 vitjar í Vestmanna.
Kyndil og VÍF spældu steypafinalu í 2018 og 2019 - nú eru liðini í bólki saman (Mynd: Sverri Egholm)
2021-01-16 14:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald