
Í longri tíð hava tveir av føroysku Racerunning íðkarnum, Levi Hanusarson og Martin Johannessen, saman við venjaranum hjá Parasport Føroyar, Gunnar Sivertsen, vant hart og miðvíst fram ímóti ársins RaceRunners Camp & Cup, sum verður hildin í Danmark á hvørjum árið.
Í morgin fara teir báðir saman við venjara og hjálparum til Danmarkar, har teir enn einaferð skulu umboða Føroyar til ársins kapping.
Martin, sum eftirhondini er royndur íðkari, hevur luttikið í nógv ár, harav fleiri ár sum einsamalt umboð vegna Føroyar, men í fjør fekk hann Levi afturat sær, og tað vera aftur í ár teir báðir sum fara í eldin
RaceRunners Camp & Cup verður hildin á Frederiksberg næstu vikuna. Sjálvir kappingardagarnir eru 12. 13. og 14. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald