Fótbóltur

Skulu prógva nakað á heimavølli í kvøld

Vóru ikki nøgdir við seinna hálvleik í Moldova og taptu stórt móti Kekkia í november – at spæla á Tórsvølli er tó nakað annað, og føroyska liðið er í betri støðu nú.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-06-17 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinast føroyska A-landsliðið við monnum spældi ein heimadyst, eydnaðist tað heilt væl. Tað var í Nations League, og turkar noyddist so nakkalangir heim eftir harðan dyst í nógva vindinum. Føroysku málini gjørdu royndu Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson – uppleggini áttu Sølvi Vatnhamar og Jákup Biskopstø Andreasen, og avrikið hjá liðnum var heilstoypt og sterkt.

Tað er umleið tað, sum leitað verður eftir í kvøld. Føroyar eru skaddu Mads Boe Mikkelsen, Meinhard Egilsson Olsen og Patrik Johannesen fyriuttan, men Håkan Ericson hevur fingið aðrar at velja ímillum síðani seinast. Jóannes Bjartalíð verður heilt vist aftur í føroysku byrjanaruppstillingini, og tað verður møguliga við Peturi Knudsen sum fremsta manni, og Jóan Símun Edmundsson og Brandi Hendriksson sum jokarum.

Hóast Kekkia vann á Póllandi í fyrsta umfari, so eru kekkar nakað kroystir, tí teir spældu javnt í Moldova síðst í mars – eins og Føroyar gjørdu tá eingin spælari veruliga var í dystarvenjing og man misti takið eftir steðgin. Á pappírinum er Kekkia stórfavorittur á Tórsvølli. Teir hava m.a. spælarar úr hægstu evropeisku deildunum og hava søguliga takið á Føroyum (fimm sigrar av fimm møguligum og 12-0 í málúrttøku)

Sí eisini: 
Kekkia er kempifavorittur
Petur Knudsen: - Havi mátt og evni at gera mun á høgum stigi

Heimavøllurin hevur tó víst seg, at verða ein stór styrki hjá Føroyum. Søguliga er Kekkia eitt av londunum, sum hevur verið skakað - mjørkadysturin á Svangaskarði í 1998 – og í tíðini við Håkani Ericson hava allir dystirnir, fyriuttan tann móti Ísrael (0-4), verið javnir. Danmark, Skotland og Eysturríki sluppu tó øll  snikkaleyst í 2021, og bíðað hevur verið eftir heit stóra úrslitinum í undankappingardysti.

Spuringurin er um føroysku spælararnir, sviin og toymi, umframt Skansin kunnu vera við at fáa hetta uppá pláss í kvøld. Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin og hevur, eins og FM 1 útvarpsfrásøgn. Portalurin verður á staðnum við myndatóli, mikrofon o.s.fr. Tað eru framvegis atgongumerki tøk til dystin.

Sí eisini:
Rene Shaki Joensen: At spæla á útivølli og heimavølli er sum dagur og nátt
Viljormur Davidsen: Skulu sleppa hondbremsuni og trúgva uppá hvønn annan
Odmar Færø: Eru slíkir dystir sum man sær fram til

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder