Annað

Skulu renna fyri seinastu heiðursmerkjunum

Føroyar hava tríggjar stafettir seinnapartin - tvær hjá kvinnum og eina hjá monnum. Nú klokkan níggju fóru tríggir í gongd við hálvmaraton. Í gjár vann Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar silvur og Julian Gregersen bronsu.

Maria Biskopstø, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Elisabet Holm Simonsen og Oddvør Josephsen skulu renna í seinastu kappingini seinnapartin - 4x400 metrum (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroyar)

Maria Biskopstø, Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Elisabet Holm Simonsen og Oddvør Josephsen skulu renna í seinastu kappingini seinnapartin - 4x400 metrum (Mynd: Frælsur Ítróttur Føroyar)

2025-07-18 09:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin vann Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar silvur í hæddarlopi, og Julian Gregersen vann bronsu í ógvuliga tættari 5.000 metra renning.

Føroyar runnu seg eisini í stafettfinalur í gjár.

Les meira um hesi tingini á FM1

Nakrar spennandi kappingar eru eftir í frælsum ítrótti. Nú, síðsta dagin á Oyggjaleikunum, snýr tað seg um hálvmaraton og boðrenningar.

Sí niðanfyri hvat Frælsur Ítróttur Føroya skrivar um hesar kappingarnar

Klokkan 9:00 byrjar hálva maratoni
Meðan allir hinir íðkararnir hava verði í kapping, so hevur Rógvi Kárason bíðað eftir at hálva maratonið verður skotið ígongd. Við sær hevur hann Nela Heldarskarð, sum hevur luttikið á 10.000 m, og Julian Gregersen, sum hevur roynt seg á 1500 m og 5000 m.

Teir kappast sum einstaklingar, men eisini sum lið. Í liðkappingini verða stig givin í mun til plasering, soleiðis at nummar eitt fær 1 stig, nummar tvey fær 2 stig os.fr Liðið, har tveir teir fremstu í alt hava fæst stig, vinnur. Um tað stendur á jøvnum, so er tað triðji maður sum avgerð.

[object Object]
Rógvi Kárason er nú sloppin at royna seg - hann hevur skjótastu tíðina av teimum trimum føroysku luttakurunum 

Byrjað verður á stadion har allar kappingarnar í frælsu ítróttini hava verið higartil, og so verður runnið út á eina rutu, sum er umleið 5 km. Hendan verður runnin fýra ferðir, áðrenn rennararnir koma inn aftur á Pickaquoy stadion, har málið er.

Rógvi eigur við 1 tíma 11 min 47 sek skjótastu tíð hjá føroysku luttakarunum í ár. Julian hevur runnið teinin uppá 1 tíma 12 min 52 sek, meðan Neli hevur runnið teinin uppá 1 tíma 14 min 45 sek, men Neli hevur eisini runnið fyrru helvt av einum maratoni góðar tveir minuttir skjótari. Harvið eru allir føroyingar í fremru helvt, hóast teir ikki eru styrkismettir til heiðursmerki sum einstaklingar. Men javnt høga støðið ger, at teir hava ein góðan møguleika at heinta eitt heiðursmerki í liðkappingini.

Til ber at stroyma hálva maratoni her

Spennandi stafettir seinnapartin seta punktum

Sonevndu boðrenningarnar byrja klokkan 14:00, tá kvinnurnar renna 4x100 m finaluna. Hesa finaluna kvalifiseraðu Elisabeth Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Maria Biskopstø seg til við at vinna sín riðil við samanlagt fjórðbestu tíð. Tíðin var 0,58 sek aftanfyri triðbestu tíðina. Í finaluni fer Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar at renna síðsta túr fyri Mariu.

Klokkan 14:25 fara Tummas Petur Sjóvará, Andreas Bjarnastein Antoft, Dánjal Dahl Ljósheim og Jónas Gunnleivsson Isaksen at renna finaluna á 4x400 m. Teir hava eisini kvalificera seg við fjórðskjótast tíð til finaluna, eitt lítið sekund aftanfyri nummar trý.

Kl 14:40 verður síðsta kapping skotin í gongd á hesum oyggjaleikunum, tað er 4x400 m hjá kvinnum. Her komu kvinnurnar beinleiðis í finaluna, so her er ilt at siga, hvussu tær liggja fyri, men við Elisabet Holm Simonsen, Oddvør Josephsen, Mariu Biskopstø og Margit Weihe Fríðmundsdóttir á liðinum, so er mikið sannlíkt, at tær fara at blanda seg í dystin um heiðursmerki

Stafettirnar fara at verða at síggja her

Sí eisini: Føroyar á odda við trimum heiðursmerkjum undan seinasta kappingardegnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder