Fótbóltur

Skulu royna at elta havnarfeløgini

Víkingur, NSÍ og KÍ eru øll stórfavorittar í dag.

NSÍ vitjar á Skála, og Vìkingur tekur ímóti TB  (Mynd: Sverri Egholm)

NSÍ vitjar á Skála, og Vìkingur tekur ímóti TB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-01 12:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir verða leiktir í 5. umfari íBetrideildini. Størsta fokusi er sjálvandi á dystinum í Gundadali klokkan 15, har grannarnir HB og B36, ið bæði hava fult stigatal, bresta saman.

Les eisini: Slagið um Havnina og slagið um oddasessin

Samstundis verða Víkingur og TB á vøllinum í Norðragøtu. Har eru teir ljósabláu risafavorittar - liðið hjá Eyðuni Klakstein skal reisa seg eftir 3-0 tapið fyri HB hóskvøldið við at vinna á einasta liðnum, ið framvegi hevur null stig. Víkingur er nakað aftanfyri í oddastríðnum, men er eisini einasta liðið, ið hevur spælt tvær topp-fimm uppgerðir. 

[object Object]Gunnar Vatnhamar og Vìkingur skulu í dag takast við TB - heimaliðið er í fullari manning (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir tveir teir fyrstu dystirnar verður fokus á eftirspælið í Gundadali og síðani á kommunuppgerðina á vestara armi á Skálafjørðinum, sum verður víst á Rás 1. Skála fekk sítt fyrsta stig hósdagin, tá AB var á vitjan - nú er tó ein væl størri uppgáva fyri framman, tá NSÍ vitjar. NSÍ var náðileyst móti ÍF í farnu viku og hevur verið sera sannførandi í favorittleiklutinum higartil í ár. Hjá Skála eru Andreas Egeberg Jacobsen og Jóhan Waag Høgnesen framvegis úti við fipurskaðum. Aksel Bjartalíð Danielsen var hóskvøldið á vøllinum fyri fyrstu ferð í ár. Skálamaðurin hjá NSÍ, Jákup Jakobsen, er ivasamur. 

[object Object]Skála stríddi seg til eitt stig móti AB - Jan Ingason Hansen, ið sæst her, skoraði triðja dystin á rað (Mynd: Jens Kr. Vang)

Seinasti dysturin í dag verður á Argjum. Hann byrjar stutt eftir seinasta bríksl á Skála. KÍ hevði ongar trupulleikar við at basa EB/Streymi hóskvøldið, meðan argjamenn kundu irða seg um, at trý stig ikki komu við av Skála. KÍ spælir uttan sín liðformann Jákup B. Andreasen, ið hevur trupulleikar við lærkrikanum, og fer helst at nýta sína góðu breidd. Talan er um ein dyst sum KÍ, eins og NSÍ og Víkingur, skal vinna fyri at fylgja við.

[object Object]Patrik Johannesen, her í dysti við Stóra, hevur áður spælt við AB (Mynd: Bjartur Vest)

Um hesir tríggir favorittarnir vinna í dag, og tað endar við javnleiki í Gundadali, ið er eitt sannlíkt úrslit, so verður heilt tætt í oddainum: Trý stig millum nummar eitt og fimm (frá 13 til 10 stig).

5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
15.00: B36 - HB
           Víkingur - TB

17.00: Skála - NSÍ 

19.00: AB - KÍ 

Vit dagføra frá øllum dystunum í dag og hava myndir frá teimum. Eftir dystirnar taka vit samanum


Týsdagin 02.06
19.00: ÍF - EB/Streymur

Støðan: 
1. B36 (12 stig) 
2. HB (12 stig) 
3. NSÍ (9 stig) 
4. KÍ (9 stig)
5. Víkingur (7 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (2 stig) 
9. Skála (1 stig)
10. TB (0 stig) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder