Orsøkin til heldur serligu byrjanina - á einum uttanveltaðum vølli - er álvarsama støðan í Ukraina. Nakrir av leikarunum hjá Ukraina spæla til dagliga í næstbestu ella triðbestu deildini í Týsklandi, og ukrainska stórliðið HC Motor Zaporizhzhia, sum telur fleiri av ukrainsku landsliðsleikarunum, spælir í løtuni í 2. bundesliguni í Týsklandi.
Dysturin verður á heimavøllinum hjá týska liðnum TV Grosswallstadt, sum spælir í 2. bundesliga. Aschaffenburg, sum liggur í Suðurtýsklandi, er annars ikki beinleiðis so kent í hondbóltsheiminum, men dysturin har í kvøld kann gerast byrjanin til nakað heilt spennandi fyri føroyskan hondbólt.
Føroyar vórðu styrkismetttar niðast men fingu eitt lutfalsliga fínt lutakast til undankappingina til EM. Umframt Ukraina, ið Føroyar hava spælt tríggjar tættar dystir móti seinastu árini, eru Eysturríki og Rumenia í bólkinum, har minst tvey lið koma til EM - teir bestu trý'ararnir koma eisini við.
Føroyska liðið savnaðist í Aschaffenburg í Týsklandi mánadagin og hevur síðani havt venjingar saman.
Hetta er triðja EM-undankappingin á rað, har Føroyar eru í bólki saman við Ukraina og spældu eisini HM-undankappingardyst í Italia í 2018. Úrslitini hava verið hesi:
11.01.18 Ukraina – Føroyar 30-22, HM-undankapping
10.04.19 Ukraina – Føroyar 31-19, EM-undankapping
13.04.19 Føroyar – Ukraina 26-27, EM-undankapping
10.03.21 Ukraina – Føroyar 25-21, EM-undankapping
14.03.21 Føroyar – Ukraina 25-25, EM-undankapping
Ukraina er favorittur, men sum úrslitini vísa, hevur munurin ikki verið so stórur seinastu ferðirnar.
Les eisini: Veddingarfyritøkurnar: Ukraina er greiður favorittur
Um hugt verður eftir hópinum, so er tað mest merkisverda, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er við vegna skaða, men at liðfelagin úr Sävehof, og systkinabarnið, Óli Mitún er á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, JS Cherbourg (FRA)
Útileikarar.
Leivur Mortensen, Ajax København (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71 (FAR)
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbolt (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Rókur Akralíð, Århus HC (DEN)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Fyrsta bríksl í Aschaffenburg verður klokkan 19. Kringvarpið sendir dystin.
Kelda: hsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald