Føroyar fara at enda aftast í EM-undankappingarbólki E. Hetta er longu greitt, tí sjey stig eru upp til tey liðini við átta stigum, og føroyska liðið hevur bert eitt stig og tveir dystir eftir at spæla.
Higartil hevur heimadysturin móti Kekkia verið tann, har Føroyar hava verið minst við í dystinum. Liðið hjá Håkani Ericson megnaði snøgt sagt einki at skapa móti Kekkia í Føroyum, har útiliðið var greitt omaná so at siga allar 90 minuttirnar.
Í dag hevur Kekkia alt at spæla fyri. Eftir 3-0 tapið fyri Albania hóskvøldið er stórt trýst á, og sigur er eitt krav í stríðnum um at enda í topp-tvey, ið gevur beinleiðis atgongd til EM-endaspælið. Kekkia er framvegis skadda stjørnuáleyparan Patrick Schick fyriuttan.
EM-undankappingarbólkur E
Støðan eftir seks umfør:
1. Albania 13 stig
2. Pólland 9 stig
3. Kekkia 8 stig *
4. Moldova 8 stig *
5. Føroyar 1 stig
At kekkar er risafavorittur á papprínum, og at teir allarhelst fara at koma í høgum gervi - við høgari leikferð og ágangandi trýsti - eru teir í føroysku leguni varugur við. Teir eru eisini varugur við, at samlaða gongdin ikki er so góð beint nú, og at føroyska liðið skal megna at skapa eitt sindur meira í spælinum.
Í samband við tíðindafundin í gjár varð eisini víst á, at føroyingarnir ikki heilt føla, at marginalirnir koppa sín veg fyri tíðina. Samstundis viðurkenna allir, at ymiskt skal gerast betri.
Sí eisini: Jákup Biskopstø Andreasen: - Gera nógv ting røtt og mangla kanska neyðuga hepni
Sí eisini: Odmar Færø: Mugu trúgva uppá at vit kunnu fáa okkurt burturúr dystinum
Sí eisini: Håkan Ericson: - Vit skulu megna meira móti Kekkia nú
Sí eisini: Myndir: Ferðing fyrrapartin - á grasinum í Kekkia seinnapartin
Sum skilst fara Føroyar helst at spæla 5-4-1/3-4-3 í dag, har nakrir mans, sum ikki vanliga fáa seg royndar frýa byrjan, byrja inni. Millum annað Andrias Edmundsson í miðverjuni og Ári Mohr Jónsson longur frammi. Håkan Ericson hevur staðfest, at fýra broytingar vera í byrjanarupstillingi, í mun til 0-2 dystin móti Póllandi hóskvøldið.
Tað kann vera, at Andrias Edmundsson byrjar inni undir liðuni á René Shaki Joensen (Mynd: Sverri Egholm)
EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 15. oktober
17:00 Kekkia - Føroyar
Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald