Fótbóltur

- Vit skulu megna meira móti Kekkia nú

Hava ikki verið við í teimum báðum dystunum móti teimum og beint nú gongur nógv ímóti. Hetta viðurkendi Håkan Ericson, ið eisini avdúkaði, at hann gera fýra broytingar til dystin í morgin.

- Blíva yvirkoyrdur tá vit spæla venjingardyst í Kekkia fjør – kennist sum vit eru langt frá stigum móti teimum á Tórsvølli í ár, staðfesti landsliðsvenjarin á tíðindafundi í dag. Håkan Ericson heldur annars, at marginalarnir ikki heilt eru við føroyska liðnum í ár (Mynd: Sverri Egholm)

- Blíva yvirkoyrdur tá vit spæla venjingardyst í Kekkia fjør – kennist sum vit eru langt frá stigum móti teimum á Tórsvølli í ár, staðfesti landsliðsvenjarin á tíðindafundi í dag. Håkan Ericson heldur annars, at marginalarnir ikki heilt eru við føroyska liðnum í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-14 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Plzen, Kekkia (Portalurin) - Blíva yvirkoyrdur tá vit spæla venjingardyst í Kekkia fjør – avgjørt ein av ringastu dystunum í mínari tíð sum landsliðsvenjari. Er nakað frægari hjá okkum í dystinum móti kekkum í Føroyum fyrr í ár, men tað kennist sum vit eru langt frá stigum tá.

Tveir dystir landanna millum seinastu ellivu mánaðirnar og samanlagt 8-0 til Kekkia. Føroyar hava nakað at bøta uppá - eisini sum heild -  og tað veit Håkan Ericson. Á tíðindafundinum undan venjingini í Plzen seinnipartin staðfesti sviin støðuna og setti eitt sindur av orð, hvat fær týdning í annaðkvøld: Tað er serliga at megna nakað frameftir eisini.

- Í heimadystinum móti Kekkia royndu vit serliga at vera sterkir í verjustøðu. Vit hava skapt lítið í álopsstøðu síðstu dystirnar og hava einki skot havt á mál tveir teir seinastu. Tó betra vit um spælið við bóltinum í heimadystinum móti Póllandi, í mun til í fyrra dystinum. Vit skulu megna meira við bóltinum í morgin(...) teir fara at koma við aggresivum og góðum trýsti, serliga í byrjanini. Kann tó avgjørt vera pláss at gagnnýta, og vit skulu hava dirvi at spæla okkum úr trýstinum til tíðir. Umframt hetta noyðast vit eisini at vera meira vandamiklir uppá deyðbóltar.

Sí eisini: Raka ógvuliga sjálvdan málið

Ein kekkiskur tíðindamaður spurdu føroyska landsliðsvenjaran um støðuna í oddinum í bólkinum, har tað er ógvuliga tætt, og um Håkan Ericson sær Kekkia sum sterkari enn Pólland og Albania:

- Kekkia tapti fyri Albania hósdagin og skal vinna í morgin, so kekkar fara at koma við øllum. Tað noyðast vit at vera til reiðar til. Vit vita, at teir noyðast at vinna fyri ikki at seta endaspælsplássið meira uppá spæl. Hetta leggur trýst á kekkar. Kekkia, Pólland og Albania eru ógvuliga jøvn lið. Kekkar hava kanska eitt meira “fullfíggjað” lið enn hini bæði, men Albania hevur tikið øll á bóli í ár við at gera tað so væl.

[object Object]

[object Object]Til tíðindafund á Doosan leikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra broytingar í byrjanaruppstillinigini – noyðast at venda gongdini onkursvegna

Føroysku miðlarnir royndu sum vera man at fritta eitt sindur um føroysku liðuppstillingina. Venjarin er vanliga trekur, og kundi fyrst bert staðfesta, at ein nýggj samanseting verður í miðverjuni. Hetta er givið, nú Hørður Askham, ið byrjaði inni og fekk reytt kort í 2-0 tapinum fyri Póllandi, hevur leikbann. Gunnar Vatnhamar er heldur ikki við av persónligum ávum.

Sí eisini: Hørður og Gunnar ikki tøkir - Magnus við til Kekkia

Seinni kundi Håkan Ericson so avdúka, at fýra broytingar vera, í mun til manning.

Fyrstu ellivu móti Póllandi hóskvøldið - Føroyar (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham*, Viljormur Davidsen (L) - Gunnar Vatnhamar* - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson

* Ikki tøkir í morgin

Ein, sum heilt víst byrjar inni, er Odmar Færø. Hann var við til tíðindafundin, og uppá spurning frá KVF um, hvussu lagið er í leguni, nú mótburður er, svaraði royndi KÍ-miðverjin soleiðis:

- Huglagið í leguni er gott. Tað hevur verið tungur burður í bólkinum higartil, og avbjóðingarnar eru nógvar – tað er eingin loyna. Vit føla eisini, at tingini ikki koppa okkara veg, og at nakrar avgerandi støður ganga ímóti og kosta; millum annað í ógvuliga keðiligum tíðarskeiðnum í dystum. Tó síggja vit eisini, at ymiskt í spælinum riggar rímiliga væl, og vit hava gott móti til komandi uppgávuna.

[object Object]
33-ára gamli Odmar Færø er fyrsta val sum miðverji í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Erikson seti eisini orð á hesa støðuna. Høvuðsvenjarin heldur eisini, at fleiri ting samanlagt ganga ímóti, men at føroyska liðið noyðist at arbeiða seg uppaftur:

- Úrslitini yvir tíð lúgva ikki. Tað vil eg fyrst sláa fast. Tó haldi eg, at vit hava fleiri marginalar móti okkum í ár – millum annað í dømingum í dystunum móti Póllandi. Gera tó fleiri ting rætt hóskvøldið...hava kanska uppiborið betri akkurat tá men vit noyðast bara at arbeiða harðari.

Sí eisini: Myndir: - Ferðing fyrrapartin - á grasinum í Kekkia seinnapartin

EM-undankappingarbólkur E
Í morgin, sunnudagin 15. oktober
17:00 Kekkia - Føroyar (KVF)

Støðan eftir seks umfør: 
1. Albania 13 stig
2. Pólland 9 stig
3. Kekkia 8 stig
*
4. Moldova 8 stig * 
5. Føroyar 1 stig

* Ein dyst færri




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder