- Plzen, Kekkia (Portalurin) - Fyrst varð flogfarið útsett 90 minuttir og síðani yvir níggju tímar afturat. Klokkan nærkaðis nógv átta í morgun, tá airbussurin hjá Atlantic Airways fór uppfrá í nógva vindinum í Vágum.
Sí eisini: Føroyska landsliðið eisini veðurfast
Tað gekk tó væl at fáa føroyska ferðalagið til Prag. Har steðga nógv umboð fyri nevndirnar í føroysku feløgunum, umframt innur úr Føroyum, ið vera til dystin í morgin.
Hópurin við leiðarum, umframt miðlarnir, koyrdu um middagsleitið úr kekkiska høvuðsstaðnum. Kósin varð sett móti Plzen, og ein góðan tíma seinni vóru øll uppá pláss í býnum, sum er kendur fyri pilsner-øl. Tað hevur sín uppruna í kekkiska býnum.
Eitt er øl - eitt annað er fótbóltur. Seinnapartin hevur føroyski landsliðshópurin havt venjing á leikvøllinum hjá Viktoria Plzen, kekkiska felagnum sum hevur royndir úr Champions League-bólksaspælinum.
Kekkiska landsliðið hevur eisini spælt átta landsdystur her - og ongantíð tapt. Harvið hava nógv stór nøvn verið á Doosan leikvøllinum.
Sí eisini: Raka ógvuliga sjálvdan málið
Nú eiga føroysku landsliðsspælararnir tørn, og í leguni eru teir uppsettir at vísa nakað annað enn í seinastu dystunum móti Kekkia. Tað er endað samanlagt 0-8 í teimum báðum dystunum millum londini seinasta árið.
Í sambandi við tíðindafundin og venjingina varð sligið fast, at útsetta ferðin sum so onga ávirkan hevur: Teir í føroysku leguni eru "fleksiblir"
Føroyar og Kekkia spæla á Doosan Arena í annaðkvøld, sunnudagin 15. oktober, klokkan 18 føroyska tíð. Sí myndir, sum Sverri Egholm hevur tikið har í dag, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald