Fótbóltur

Skulu spæla móti Steaua Bucuresti í fjórðingsfinalunum

Eitt heilt nøktandi lutakast sigur Allan Norðberg úr Íslandi. Valur byrjar við torførum dysti í Bukarest 23 ella 24. mars.

- Hetta er ivaleyst eitt gott lið við einum sterkum heimavølli. Men samstundis eitt ógvuliga svingandi lið og tað fáa vit vónandi brúkt til okkara fyrimun, sigur føroyski landsliðsvongurin um dagsins lutakast (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta er ivaleyst eitt gott lið við einum sterkum heimavølli. Men samstundis eitt ógvuliga svingandi lið og tað fáa vit vónandi brúkt til okkara fyrimun, sigur føroyski landsliðsvongurin um dagsins lutakast (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-20 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið vann Valur seg víðari til fjórðingsfinalurnar í European Cup. Hetta við flottum útisigri í Serbia eftir at Metaloplastika annars hevði verið á odda við fimm málum eina løtu í 2. hálvleiki.

Sí eisini: Valur vendi dystinum og kom víðari

Íslendska liðið skal síðst í mars stríðast fyri hálvfinaluplássi í triðsterkastu evropeisku kappingini. Eftir lutakastið í dag er greitt, at tað verður ímóti rumenska stórfelagnum Steaua Bucuresti. 

Fjórðingsfinala 1: Olympiacos SFP (Grikkaland) - MRK Krka (Slovenia)
Fjórðingsfinala 2: FTC-Green Collect (Ungarn) - TATRAN Presov (Slovakia)
Fjórðingsfinala 3: CSA Steaua Bucuresti (Rumania) - Valur (Ísland)
Fjórðingsfinala 4: CS Minaur Baia Mare (Rumania) - Bregenz Handball (Eysturríki)

Føroyski landsliðsspælarin Allan Norðberg spælir við Vali: 

- Hetta var heilt nøktandi. Hetta er ivaleyst eitt gott lið við einum sterkum heimavølli. Men samstundis eitt ógvuliga svingandi lið og tað fáa vit vónandi brúkt til okkara fyrimun.

Soleiðis sigur 29-ára gamli strandingurin í stuttari viðmerking við Portalin. Sum útgangspunkt snýr tað seg um royna at spæla ein tættan dyst á torføra útivøllinum í Rumenia og síðani avgera tað í Reykjavík.

Fyrri dysturin verður spældur 23. ella 24. mars, meðan dysturin í Íslandi verður spældur 30. mars ella 31. mars, upplýsir EHF.

Um Valur kemur víðari aftur, so verður mótsstøðuliðið aftur úr Rumenia - Minaur Baia Mare - ella Bregenz Handball úr Eysturríki. Valur er í løtuni á 2. plássi í íslendsku landskappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder