Føroysku U17-dreingirnir vóru bert nøkur mál frá at spæla seg víðari millum átta tey bestu í European Open. Ísrael hevði betri málúrttøku í innleiðandi bólkinum, og harvið endaðu Føroyar í miðumfarinum.
Í morgin hava Føroyar møguleika at gerast "best of the rest" í kappingini. Hetta hóast "føroysku U17-mennirnir spældu sín lakasta dyst í European Open higartil í morgun", sambært Hondbóltssambandinum. Dysturin móti veikasta liðnum í bólkinum, Belgia, endaði javnur 21-21, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 13-11 í hálvleikinum.
- Eftir eina tætta dystarskrá í vikuni nýttu venjararnir høvi at blanda kortini av nýggjum til dystin í dag, og nakrir leikarar vóru hvíldir. Tað hepnaðist tó so sum so. Liðið gjørdi nógvar villur í dag og brendu okkara illa í løtum. Okkara fingu tó hála ein javnleik heim og var hetta nokk til at vinna bólkin, skrivar HSF.
European Open - miðumfar
Hósdagin 06.07
Føroyar - Belgia 21-21 (13-11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald