
Í gjár kom hópurin uppá pláss í Minsk eftir langa ferð. Tað er í hvítarussiska høvuðsstaðnum, at Føroyar í dag skulu takast við vertirnar fyri HM-undankappingardystunum, ið trý lið skulu spæla ímóti hvørjum øðrum hetta vikuskifti.
Sveis er triðja liðið, og tað er mótsstøðan hjá Føroyum leygardagin. Fyrst skal fokus tó vera á Hvítarussland, ið er stórfavorittur til dystin seinnapartin.
Fyrsta bríksl verður klokkan 15, og unga føroyska liðið, ið vandi í Minsk í gjárkvøldið, skal tá av álvara standa sína roynd.
Dysturin verður vístur í Kringvarpinum, og FM1 hevur eisini beinleiðis frásøgn.Hópurin hjá Føroyum í høllini í Minsk (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald