Í 7. umfari í fjør vann ÍF sín fyrsta dyst í kappingarárinum. Talan var um ein 2-0 sigur í Hólmanum á Eiði. Hetta varð einasti dystur, har ÍF fekk trý stig alt kappingarárið.
Í ár hevur ÍF fingið ein sigur í hús. Tað var í fyrsta dystinum, sum var á Skála. Síðani hevur liðið tapt greitt ímóti teimum trimum ovastu liðunum, hóast KÍ ikki lat hurðina heilt aftur fyri ÍF fyrrenn eitt korter var eftir. Seinast var heilt galið í Runavík, har 5-0 ikki var ov lítið, men tá vóru Jens Joensen og Karl Løkin úti frá byrjan, og Jan Ellingsgaard og Dánjal á Lakjuni noyddust báðir út, áðrenn hálvur tími var leiktur. Sum skilst verða Karl og Jan møguliga á vøllinum í kvøld. Um ikki, so er talan um ein stóran smeit hjá heimaliðnum.
Uros Stojanov, ið her sæst í dystinum móti HB, hevur skorað øll fýra málini hjá ÍF higartil í ár (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur hevur eisini vunnið sína innanhýsis botn-fimm uppgerð í ár. Annars hevur liðið tapt samanlagt 7-0 móti somu trimum liðunum, ið ÍF hevur tapt 2-12 ímóti. Arnbjørn Hansen hevur ikki verið at síggja síðani í 1. umfari í Gundadali, og ivasamt er, um málrevurin verður á dómaraseðlanum sum leikari í kvøld. Tað verður Bjarni Petersen tó. Verjuleikarin, ið er leigaður úr B36, var ikki við ímóti Kí, tí hann hevur havt ein skaða, sum hevur darvað hann. Hetta kann fáa stóran týdning fyri dystin
Bjarni Petersen var við til at halda málið reint ímóti TB fyri tíggju døgum síðani, tá EB/Streymur vann 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)
Fyrsta bríksl í Fløtugerði verður klokkan 19.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.
5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
Skála - NSÍ 0-4 (0-4)
7' Petur Knudsen (Bárður Hansen) 0-1
17' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 0-2
28' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 0-3
34' Mórits Heini Mortensen (Petur Knudsen) 0-4
Myndir: Skála - NSÍ
AB - KÍ 0-6 (0-3)
10' Ole Erik Midtskogen (Patrik Johannesen) 0-1
28' Ísak Simonsen 0-2
31' Ole Erik Midtskogen (Alessio Hyseni) 0-3
49' Sjálvmál (Jóannes Bjartalíð) 0-4
59' Boris Dosljak 0-5
67' Jóannes Bjartalíð, br. (Boris Dosljak) 0-6
Víkingur - TB 0-0
B36 - HB 2-4 (1-1)
10’ Pætur Petersen (Dan í Soylu) 0-1
18’ Alex Mellemgaard (br.) 1-1
56’ Michal Przybylski 1-2
61’ Pætur Petersen (Heðin Hansen) 2-2
65’ René Shaki Joensen (Heðin Hansen ) 2-3
90' René Shaki Joensen 2-4
Les um dystin her
Myndir frá dystinum
Sonni Ragnar: HB vann uppiborið
Pætur: Eg veit ikki eingongd hvat eg skal siga
Støðan:
1. HB (15 stig)
2. NSÍ (12 stig)
3. KÍ (12 stig)
4. B36 (12 stig)
5. Víkingur (8 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) *
7. ÍF (3 stig) *
8. AB (2 stig)
9. TB (1 stig)
10. Skála (1 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald