Annað

Skulu súkkla yvir 1.100 kilometrar í Danmark

Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1260 kilometrar á túrinum, sum í ár ikki verður til París.

Mynd: Tórvør Ó. Vang

Mynd: Tórvør Ó. Vang

2021-07-06 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heldur ikki í ár er tað møguligt hjá Team Rynkeby Føroyum at súkkla til París vegna koronustøðuna, men ístaðin verður súkklað í Danmark.

Ferðin byrjar í Klaksvík fyrrapartin hósdagin, og teir fyrstu 100 kilometrarnir á túrinum verða súkklaðir umvegis Toftir til Tórshavn, har til ber at heilsa uppá súkklararnar ymsastaðni á vegnum. Liðið fer hóskvøldið avstað við Norrønu.

Les eisini: Team Rynkeby Føroyar súkklar kring Danmark

Leygardagin 10. juli kemur Norrøna til Hirtshals. Henda fyrsta dagin í Danmark gongur leiðin úr Hirtshals til Løgstør. Strekkið er 109 kilometrar. Sunnudagin  verður súkklað úr Løgstør til Ringkøbing, umleið 180 kilometrar.

Mánadagin er longsti dagur við 193 kilometrum. Tá súkklar Team Rynkeby Føroyar eftir vestursíðuni á Jútlandi til Tønder, tætt við týska markið. Dagin eftir, týsdagin 13. juli, gongur leiðin til Svendborg á Fjóni. Talan er um áleið 150 kilometrar.

Mikudagin súkklar liðið 174 kilometrar. Súkklararnir fara suðureftir til Taasinge og Langeland, aftur til Fjón og enda hendan dagin norðuri á oynni, í býnum Middelfart.

Hósdagin eru ikki so nógvir kilometrar, men tá fær liðið fleiri hæddarmetrar í beinini enn hinar dagarnar. Súkklararnir koma aftur til Jútlands, súkkla nakrar brattar brekkur í Vejle, og ávegis til Silkeborg súkklar liðið niðan til Himmelbjerget. Kilometrarnir hendan dagin eru 130.

Fríggjadagin súkklar liðið til Randers, framvið Mariagerfjord og eftir eystursíðuni á Jútlandi og enda dagin í Aalborg; umleið 152 kilometrar.

Leygardagin 17. juli er síðsti dagur á túrinum. Hendan dagin skuldi liðið komið til París, men Team Rynkeby súkklar 69 kilometrar - úr Aalborg til Hirtshals, har túrurin endar, og flestu súkklararnir fara heim aftur við Norrønu.

Samanlagt súkklar Team Rynkeby Føroyar 1260 kilometrar á túrinum, sum fyri tað mesta er í Danmark.

Kelda: Krabbameinsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder