Sløkkiliðið og løgreglan fóru rennandi yvir til Skansaáskoðararnar á suðursíðuni á Tórsvølli stutt fyri hálvleik í spennandi Føroyar-Danmark-dystinum í gjárkvøldið.
Ein fjeppari hevði tikið eina roykbumbu við sær inn á Tórsvøll, og festi í.
Viðkomandi varð skjótt funnin og burturvístur.
Skansin harmast í dag um hendingina, og biður um almenna umbering.
- Vit kenna okkum hava ein part av ábyrgdini í hesum, tí at viðkomandi var við sum partur av Skansanum, og vilja vit tí koma við einari almennari umbering. Tí hetta má og skal ikki henda, sigur nevndin í Skansanum.
- Har eru strangar altjóða reglur í samband við tílíkt, og verður hetta tikið í størsta álvara. So um tit, eins og vit, ynskja at Skansin framhaldandi skal hava loyvi at virka undir somu, sera góðu treytum, ið vit í løtuni hava, er tað av alstórum týdningi at reglurnar verða tiknar í álvara. Slíkt má ikki henda aftur, stendur í umberingini.
Lagt verður afturat, at annars vóru fjeppararnir fyrimyndarligir.
Á viðheftu myndini niðanfyri sæst hvat ikki er loyvt at hava við sær til landsdyst.
Týskvøldið er síðsti landsdystur hjá A-landsliðnum í ein góðan mánað, tá kemur Moldova á vitjan. Dystarbríksl er klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald