Slovenia er styrkismett sum nummar tvey av teimum fýra liðunum í okkara bólki. Fyri fýra árum síðani vóru slovenar í hálvfinaluni í EM-endaspælinum. Besta úrslitið hjá landinum í EM í manshondbólti var á heimavølli. Hetta var í 2004, har Slovenia endaði við silvurheiðursmerki. Týskland, ið nú er vertur, var sterkari í finaluni.
Í 2017 var Slovenia í HM-hálvfinaluni. Síðani 2020 – seinna hálvfinaluplássið uppá fýra ár - hevur tað tó ikki gingið eins væl hjá liðnum, og í síðsta EM-endaspælinum (2022) endaði tað longu eftir bólkaspælið hjá slovenum.
Teir vilja tað sjálvandi øðrvísi hesaferð, og Uros Zorman hevur eisini eitt sterkt lið at ráða yvir. Tað mangla tó nakrir spælarar, sum annars høvdu verið profilar á liðnum. Serliga eru tað stjørnurnar úr Barcelona. Spælskiparin Domen Makuc sleit krossbandið í venjingardysti í summar, og ein av teimum heilt góðu høgru vongunum í Evropa, Blaz Janc, hevur so stórar ryggtrupulleikar, at hann ikki fær spælt.
--
Elias Ellefsen á Skipagøtu
Lag: Á Sigursferð, Benjamin Rajani
--
Umframt hesar hava Stefan Zabic og Rob Ovnicek fingið skaðar í seinastuni. Talan er um sterkan strikuspælara úr slovenska stórfelagnum Celje og dugnaligan spælskipara, sum til dagliga spælir í Nantes í fremstu fronsku deildini. Hatta hevur millum annað við sær, at Slovenia sær nakað veikari út í bakketuni.
Tað eru tó ógvuliga góðir og royndir spælarar sum Dean Bombac og Miha Zarabec, sum helst fara at stýra slovenska spælinum – Zarabec hevur í roynd og veru havt skaðar í seinastuni eisini men spælir eftir ætlan hósdagin. Tað er heldur eingin ivi um, at Slovenia er favorittur á pappírinum í 1. umfari í Berlin. Liðið hevur stórar dygdir við spælarum, sum spæla á høgum stigi í Evropa til dagliga, og veddingarfyritøkur hava odds á umleið 1,25 fyri slovenskan sigur. Føroyar geva hinvegin peningin upp til sjey ferðir aftur hjá veddingarfyritøkum.
Føroyingarnir fara at royna gera ein vørr á stóra pallinum í stóru høllini í Berlin. Tað er sum so nakað heilt nýtt við slíkum endaspælsdysti, men tað kann nýtast sum nakað jaligt í fyrireikingunum. Stuðulin til føroyska liðið - á staðnum og aðrastaðni - verður stórur. Føroyar og Slovenia spæla hósdagin 11. januar klokkan 17 føroyska tíð.
EM 2024, Bólkur D
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar
(Tvey lið koma víðari til meginumfarið)
1. umfar- hósdagin 11. januar í Mercedes Benz Arena (14.800 pláss)
17.00: Føroyar - Slovenia
19.30: Noreg - Pólland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald