2019-12-01 15:44
Ein dystur var á skránni í SMS-deildini í dag. Tað var H71 sum tók ímóti VB í hoyvíkshøllini.
Tað bleiv til ein greiðan sigur til heimaliðið. H71 vann dystin 42-23 eftir hálvleiksstøðuna 20-12.
Við sigrinum kemur H71 uppá triðja pláss við 14 stigum, og hava tvey stig upp til Kyndil og VÍF, á ávikavist fyrsta og øðrum plássi.
SMS-deildin
H71 – VB 42-23 (20-12)
Toppskjútti:
Marita Mortensen 10
Støðan:
Kyndil 16 stig (10 dystir)
VÍF 16 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
H71 14 stig (10 dystir)
Stjørnan 8 stig (9 dystir)
StÍF 4 stig (10 dystir)
VB 0 stig (10 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald