John Petersen, landsliðsvenjari, hevur nú kunngjørt hvørjir 20 leikarar skulu við til sera truplu uppgávuna móti Noreg á Tórsvølli 8. oktober.
Seinast vóru Rakul V. Magnusen og Rebekka Eschen Danielsen úttiknar til vejruketuna, men báðar góvu avboð. Tær eru ikki úttiknar hesuferð. Tað er Durita Hummeland úr KÍ, ið avloysti Rebekku. 17-ára gamla Sanna Svarvadal kom ístaðin fyri Rakul. Hon fekk debut í Hvítarusslandi, men hon verður við U19-landsliðnum, ið skal spæla EM-undankapping í Finnandi um somu tíð sum dysturin móti Noreg.
Tað er Nadja Johannesen, ið spælir fast á vinstra bakki hjá HB, ið er úttikin ístaðin. Hon var á fyrsta sinni á A-landsliðnum í vár, tá tveir venjingardystir vórðu leiktir í Litava.
Seks HB-leikarar er úttiknir til landsliðið (Mynd: Bjarni Enghamar)
HB er best umboðaði liðið við heili seks leikarum. Føroyameistararin KÍ hevur fimm leikarar. Hini liðini í Betrideildini hava øll minst tveir leikarar hvør. Tveir leikarar spæla í løtuni uttanlanda
Hópurin:
Málverjar:
Monika Biskopstø, KÍ/Aab Aalborg
Anna Súnadóttir Hansen, EBS/Skála
Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/VÍK/B68
Annika R. Christiansen, ÍF/VÍK/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby BK (DK)
Durita Hummeland, KÍ
Nadja Johannesen, HB
Katrina Akursmørk, KÍ
Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jakobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/VÍK/B68
Áleyparar:
Heidi Sevdal, HB
Sarita Maria Mittfoss, B36
Rebekka Fjalsá Benbakoura, HB
Fótbóltur
Bert ein broyting í hópinum
Nadja Dam Johannesen frá steypavinnaranum verður við til EM-undankappingardystin móti Noreg 7. oktober - annars er talan um júst somu 20 leikarar, ið vóru við móti Wales og Hvítarusslandi fyri lítlum mánaði síðani.
Nadja í landsdysti í Litava fyrr í ár
2019-09-26 12:34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald