Fimm umdystir í triðja umfari í FA Cup vórðu spældir í gjárkvøldið.
Tann størsti av hesum var Premier League-uppgerðin millum Wolves og Liverpool. Bæði liðini spældu tó við nógvum eykaleikarunum, og har skaraði serliga 18-ára gamli spanski sentrali miðvallarin, Stefan Bajcetic, framúr. Tað var tó Harvey Elliott, ið skoraði einsamalla málið í dystinum, og tað var frálíkt. 19-ára gamli álopskendi miðvallarin fekk bóltin nakað til høgru á egnari hálvu, rak umleið 30 metrar og smekkaði síðani til.
Liverpool hevur havt tað heldur trupult eftir HM-steðgin, og tað er tí eitt stórt pluss hjá steypavinnarunum at koma víðari, eftir at neyðugt varð við umdysti. Leygardagin er heimadystir á skránni móti Chelsea.
Fýra onnur lið komu víðari - øll úr The Championshipo. Birmingham, Luton og Bristol City vunnu øll 2-1 á útivølli: Birmingham á liðið úr League One, Luton á Wigan úr somu deild, og Bristol City eftir longda leiktíð í Wales. West Bromwich megnaði 7. januar við neyð og deyð at fáa javnleik móti Chesterfield úr National League - í gjár endaði tað við sannførandi 4-0 sigri.
Dysturin milum Boreham Wood úr National League og Accrington Stanley varð útsettur eina viku vegna vánaligar vallarumstøður. Í kvøld er uppgerð millum lið úr Premier League og Championship: Leeds og Cardiff.
FA Cup 3. umfar (umdystir)
Í gjár - týsdagin 17.01
Wolves - Liverpool 0-1
Forest Green - Birmingham 1-2
Wigan - Luton 1-2
Swansea - Bristol City 1-2 *Eftir longda leiktíð
West Bromwich - Chesterfield 4-0
Í dag - mikudagin 18.01
19.45: Leeds - Cardiff
Týsdagin 24.01
Accrington - Boreham Wood
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald