Fótbóltur

Nú byrjar fótbólturin aftur av álvara

Sunnudagin byrjar fótbóltsárið við stórsteypadystinum hjá monnum, sum verður millum føroyameistararnar úr KÍ og steypavinnararnar úr Víkingi.

Frá steypafinaluni í fjør. Jóannes Bjartalíð er ikki longur partur av KÍ-liðnum. Fær tað ávirkan? Nøkur svar fáast á stórsteypadystinum sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

Frá steypafinaluni í fjør. Jóannes Bjartalíð er ikki longur partur av KÍ-liðnum. Fær tað ávirkan? Nøkur svar fáast á stórsteypadystinum sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-21 10:18 Author image
Innsent
placeholder

Sum vanligt, verður spælt á Tórsvølli, og fyrri stórsteypadysturin í ár er tann hjá monnunum, sum verður nú sunnudagin klokkan 15 millum KÍ og Víking.

Stórsteypadysturin hjá kvinnunum verður sum um eina viku, leygardagin 4. mars klokkan 17 millum KÍ og NSÍ.

Alt kappingarárið í fjør stóð tað millum KÍ og Víking, og hóast teir úr Gøtu og Leirvík kanska runnu aftaná í landskappingini, so vóru tað teir, ið endaðu á sigurspallinum í ársins seinasta dysti, sum var steypafinalan í november mánaði.

Nú verður so spennandi at síggja, hvussu leikur fer í ársins fyrsta dysti í einum nýggjum kappingarári. At hesi bæði liðini aftur í ár ætla at leggja nógv fyri, er einki at ivast í, men kanska stórsteypadysturin sunnudagin gevur eina ábending um styrki og hegni, nú kappingin stundar til.

Stuðla felagið Hoyr

Sum altíð hava stórsteypadystirnir annað og meira upp á seg enn bara fótbóltin, tí teir verða fyriskipaðir í samstarvi millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, so eitt vælgerandi endamál verður eisini stuðlað.

Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum, men eisini hondbóltsdystunum um Lionsbikarið, sum vóru í september í fjør. At upphæddirnar frá hesum fýra dystum verða lagdar saman, gevur eina upphædd, ið kann gera størri mun, har hon verður latin.

Hoyr, sum hevur 30 ár á baki, er eitt felag, sum í breiðastu merking arbeiðir fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Við at upplýsa um trupulleikarnar hjá fólki við niðursettari hoyrn, verður roynt at betra hoyriumstøðurnar.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36-HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ-EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur-HB 1-3
2010: HB-Víkingur 2-1
2011: HB-EB/Streymur 0-2
2012: B36-EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur-Víkingur 1-0
2014: HB-Víkingur 1-2
2015: B36-Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36-Víkingur 0-1
2017: Víkingur-KÍ 2-1
2018: Víkingur-NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB-B36 1-0
2020: KÍ-HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB-NSÍ 3-1
2022: KÍ-B36 3-1


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder