Vertsleikluturin fór síðst í mai frá Argentina til Brasil - Kolumbia skuldi hýsa Copa América 2021 saman við Argentina. Í nátt hevur Argentina syrgt fyri, at argi fótbóltsfíggindin ikki fekk gull á heimavølli og harvið ikki endurvann kappingina, tá tann fyrra av stóru fótbóltsfinalunum í samdøgrinum varð leikt.
Les eisini: Brasil og Argentina bresta saman í Copa America-finaluni
Í løtunum eftir seinasta bríksl á Maracanã leikvøllinum vóru myndatólini fyri tað mesta á tveimum monnum. Talan var um 10'ararnar á liðunum, sum áðrenn finaluna saman vórðu kosnir sum besti leikari í kappingini, Messi og Neymar. Lionel Messi sást hálvsfevnast við so at siga allar á liðnum og í toyminum rundanum, og millum annað var eitt langt klemm við høvuðsvenjaran Lionel Scaloni, har báðir høvdu tár í eygunum. 43-ára gamli Scaloni tók við eftir HM-endaspælið í 2018 og hevur nú leitt Argentina til fyrsta stóra steypið síðani Copa America-heitið í 1993. 34-ára gamli Messi hevur nú loksins vunnið eitt steyp við landsliðnum, og sjey ár eftir stóra vónbrotið í HM-finaluna á sama leikvølli, varð ein av heimsins allarbestu nakrantíð blakaður upp í luftuna av viðleikarunum, eins og venjarar vanliga verða. Løtu seinni sóust hann og Neymar hálvfevnast. Neymar hevði í løtunum frammaundan grátið illa, og hann varð troystaður av mongum. Síðani vísti PSG-leikarin, ið hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri alt møguligt, sannan ítróttaranda og virðing við at heilsa hjartaliga uppá Messi og síðani allar mótstøðuleikararnar.
Fyrrverandi Barcelona-liðfelagirnir hava stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og tað sást eftir finaluna. Neymar noyddist at viðurkenna, at enn eitt endaspæl á heimvølli endaði við stórum vónbroti. Messi og Argentina taptu HM-finaluna í Rio í 2014 - hesuferð eydnaðist at fáa gull og steyp (Mynd: EPA)
Messi hevur flest dystir og mál fyri land sítt og nú eisini eitt steyp (Mynd: EPA)
Høvuðsvenjarin hjá Argentina, Lionel Scaloni, ið hevði sítt størsta kvøld sum venjari, troystar her Neymar (Mynd: EPA)
Hetta var fyrstu ferð í kappingini, sum so nógvir íbúgvar í Brasil als ikki ynsktu orsakað av koronustøðuni, at áskoðarar vóru. Áleið 8.000 áskoðarar - brasliumenn einumegin og argentinar hinumegin - sóu serligu finaluna. Undirhaldsvirði og góðskan á spælinum var ikki heilt har uppi í nátt, men inntensiteturin var allatíðina har. Fáir málmøguleikar vóru í taktiska dystinum - liðini høvdu bert tvey skot hvør á mál. Tað fyrra hjá Argentina fór í netið. Eftir tjúgu minuttir sendi miðvallarin Rodrigo de Paul eina góða langa alvering í dýbdina, ið Renan Lodi ikki fekk handfarið. Harvið kom bólturin til Ángel Di María, ið júst ikki var í rangstøðu. PSG-leikarin tók eina góða nerting, og komin inn í brotsteigin lyfti Di María bóltin hegnisliga uppum Ederson, ið var komin heldur skeivt út úr málinum.
33-ára gamli Di María tryggjaði landið sínum eitt kækomið steyp við hesum vakra málinum
Málskjútti og liðformaður fegnast um málið
Myndir: EPA
Seinastu 70 minuttirnar, umframt fimm minuttir yvirtíð, royndi Brasil at jagstra, men har manglaði ein ávísur broddur hjá heimaliðnum. Liðið hjá Scaloni var vælskipað og hugsavnaði seg mest um at ikki lata vandamikil øki upp, at standa tætt og at bróta spælið hjá Brasil. Hetta eydnaðist, og í stórum pørtum av 2. hálvleiki vóru teir gulkløddu frustreraðir. Í høvuðsheitinum var nógv grenja báðar vegir mótvegis dómaranum úr Uruguay, ið kom væl frá uppgávuni, men tað var ikki serliga pent at hyggja eftir Nøkur heldur ljót fríspørk vórðu gjørd, og um ein leikari ikki fekk fríspark, so komu skjótt nógvar hendur upp; fleiri mjarraðu. Um fríspark varð dømt, so lá takklaði leikarin ofta og venaði seg eina løtu, og viðleikarar komu við umbønum um kort beinanvegin. Eisini royndu leikarar í báðum endum at filma seg til brotsspark og eisini til fríspørk millum annað á miðjum vølli.
Harvið var vakra fótbóltsspælið ikki í hásæti í Rio de Janeiro: Hetta var ein finala millum tvær stórar fótbóltstjóðir, sum í meira enn ein mansaldur hava stríðst sínaámillum í Suðuramerika, og sum vildu gera alt fyri at vinna. Argentina hevði móti endanum tveir stórar møguleikar at økja, men fyrst fekk ein fríur Messi ikki skot á eftir gott samanspæl við Di María, og síðani bjargaði Ederson royndini hjá Di María - manninum ið gjørdist "matchvinnari" hetta stóra kvøldið fyri Argentina.
Innskifti Gabriel Barbosa hevði bestu royndina hjá Brasil, tá fimm minuttir restaðu í, men Emiliano Martinez bjargaði væl. Júst málmansplássið og verjuparturin sum heild, hevur verið ein trupulleiki hjá Argentina - serliga í HM 2018 - men liðið lat bert trý mál inn í sjey dystum í hesari kappingini, harav ein var 120 minuttir, og Martinez úr Aston Villa varð kosin besti málverji. Annars høvdu brasliumenn nøkur horna og fríspørk seint í dystinum, men tað endaði við vónbroti á heimavølli. Landið við flest HM-heitum hevur framvegis níggju Copa America gull, meðan Argentina nú hevur 15; eins og Uruguay. Eingin hevur fleiri enn tey. Lionel Messi gjørdist toppskjútti í kappingini við fýra málum og hevði eisini flest upplegg.
Endliga. Lionel Messi lyftir eitt steyp fyri landsliðið. Gandakallurin við tíggju talinum á rygginum hevur havt eitt frálíkt endaspæl í Brasil (Mynd: EPA)
Copa America 2021 - finala
Maracanã, 11.07 (10.07 lokala tíð)
Brasil - Argentina 0-1
21' Ángel Di María (Rodrigo de Paul) 0-1
Áskoðarar: 7,800
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald