Fótbóltur

So rullar bólturin aftur í Betrideildini

Øll liðini í niðaru hálvu spæla í dag, og HB kann leggja trýst á liðini omanfyri. Tveir "Ólavsøkudystir" eru.

AB tekur ímóti EB/Streymi - Skála tekur ímóti ÍF (Mynd: Sverri Egholm)

AB tekur ímóti EB/Streymi - Skála tekur ímóti ÍF (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-27 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er altíð ein ávísur spenningur í luftuni, tá besta mansdeildin fer í gongd aftur. Hetta er mest galdandi, tá kappingarárið byrjar aftur í mats, men nú Ólavssøkan er á gáttini, og stórur spenningur er í báðum endum á stigatalvuni, er 16. umfar og harvið byrjain uppá seinnu hálvu í Betrideildini kærkomið. 

16. umfar
15.00: HB - TB
17.00: Skála - ÍF
18.00: AB - EB/Streymur

Støðan í Betrildeildini: 
1. Víkingur 35 
2. NSÍ 32 *
3. KÍ 32 *
4. B36 31 *
5. HB 30 
6. Skála 18
7. TB 15
8. EB/Streymur 8
9. ÍF 5 *
10. AB 4

*Ein dyst færri

Í dag er tað serliga niðara hálva, sum tað snýr seg um. TB og Skála eru ikki íblandaði í niðurflytingarstríði, men tey trý liðini, sum eru við har, spæla øll í dag.

Tvey av teimum hittast til innanhýsis dyst á Argjum, og árligi dysturin Inni í Vika 27. juli kann í ár fáa stóran týdning fyri botnstríðið. Eingin greiður favorittur er; bæði liðini hava víst góðar taktir í løtum í ár men annars greiðar veikleikar. Liðini lata serliga nógv mál inn - serliga AB sum letur trý mál inn í miðal - hjá EB/Streymi hevur tað mesta verið í einum tíðarskeiðum, har 22 mál fóru inn í fýra dystum. Á Eiði fyrr í ár fekk EB/Streymur sín fyrsta sigur í, tá argjamenn vóru sendir heim við 5-1 sigri. Tó er tað púra opið í dag, og lagt er upp til sera tættan og inntensan dyst.

[object Object]
(Jógvan Rói Davidsen í Europa League-dystinum týskvøldið - aftur í dag leiðir liðformaðurin teir í reyðum og svørtum inn á vøllin í Gundadali - Mynd: Olaf Olsen)

Dysturin í Gundadali í dag er framskundaður frá ólavsøkudegi orsakað av Europa League luttøkuni hjá HB. Liðið hjá Heimir Guðjónsson spældi sera væl týskvøldið ímóti Linfield, men fekk bert ein 2-2 javnleik burturúr. Áðrenn Belfast og seinni dysturin eru á skránni, skal HB hugsavna seg um at fáa trý stig ímóti TB. Gamli klassikarin kann fáa eina endurnýggjan, men tað skal nógv til um TB-hópurin, ið hevur verið fyri nógvum broytingum í summar, skal vinna sær stig í Gundadali. HB er topp-tunað, og svongdin eftir av at álvara vinna seg upp í oddin er avgjørt har hjá føroyameistarunum. Liðini spældu 1-1 javnleik í Trongisvági fyrr í ár.

Á Skála eru teir appelsinlittu favorittar, hóast liðið hevði ilt við at vinna sær stig í mai og juni. ÍF-liðið er skert, og liggur í tungum sjógvi. AB og/ella EB/Streymur fáa stig í kvøld, so nakað á trýsti er eisini á uppflytarunum. Um Skála skal gera sær nakrar vónir yvirhøvur um at blanda seg aftur í stríðnum um evropeiskt pláss, skulu trý stig til í dag. Skála vann trygt í Fuglafirði í 5. umfari

Til ber at fylgja gongdini í øllum trimum dystunum á forsíðu okkara, og vit hava myndir og dystarfrásøgn úr Gundadali og av Argjum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder