Annað

So sluppu børnini aftur at royna seg

Tórshavnar Súkklu- og Triathlon felag skipaðu aftur í ár fyri barnasúkkling á ólavsøku.

2023-07-28 18:03 Author image
Innsent
placeholder

Aftur í ár skipaði Tórshavnar Súkklu- og Triathlon felag fyri barnasúkkling á ólavsøku. 

Meðan børnini í fjør royndu seg á gøtununum í Hoydølum, so bleiv avgjørt at royna spenanndi gøturnar á økinum kring Skúlanum á Fløtum í ár.

Undirlagið er gott, og ymsar avbjóðingar eru á rutuni. Ein spennandi ruta, kann ein siga, og er eitt umfar runt um skúlan er 500 metrar.   

Kappast bleiv í trimum bólkum, bólkur 1, 2 og 3. 

Bólkur 1 eru børn fødd í 2015 og 2016. Bólkur 2 eru børn fødd 2013 pg 2014, og bólkur 3 børn sum eru fødd 2012 og 2013. Og kappast bleiv bæði millum gentur og drengir.

Veðrið var av tí besta og tað var trygt og gott hjá børnunum at súkkla, men tá fyriskipararnir vóru nokk so seinir at melda út um kappingini, so var undirtøkan ikki so góð, ella stór, sum hon var í fjør. Men TST skipar aftur fyri kapping í august, og tá verður meldað út í góðari tíð, nær og hvar kappast verður.

Tað var stuttligt at fylgja við hjá áskoðarunum, tí hóast at tað var ein smøl gøta at koyra á, og tí trupult at yvirhála, so megnaðu børnini kortini at yvirraska og yvirhála.

Dreingir, bólkur 1, 1,5 km:
1. Tóki Veyhe
2. Theo Slættanes
3. Edvard Hansen
4. Liam Mouritsen
5. Benjamin Gregersen
6. Tórstein Thomsen

Gentur bólkur 3, 2 km:
1. Ró Ranadóttir Dahl-Olsen

Dreingir, bólkur 3, 2 km:
1. Jónatan Gregersen
2. Sámal Nesá
3. Dávur Louis Djurhuus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder