Hondbóltur

Søgulig og sera spennandi kvinnufinala

Flott álopsspæl til tíðir, sterkar verjur og nógvar bjargingar í løtum, inntensitetur, dramatikkur, reytt kort og stórur spenningur til seinasta sekund. Fyrsta finalan hetta vikuskifti í Høllini á Hálsi hevði so at siga alt. Tað var H71, sum at enda var omaná móti VÍF og vann sína fyrstu steypafinalu..

Durita Jojic gjørdist toppskjútti í dystinum og var trupul at steðga. Martia Mortensen og H71 vóru tó at enda omaná - Marita gjørdist dagsins leikari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Durita Jojic gjørdist toppskjútti í dystinum og var trupul at steðga. Martia Mortensen og H71 vóru tó at enda omaná - Marita gjørdist dagsins leikari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-15 15:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein øðilig ferð og gott álopsspæl í Stórhøllini fyrstu minuttirnar, og liðini skiftust um at skora góð mál. So byrjaðu tekniskar villur at koma hjá báðum liðum, men tað var tó álopsspælið ið gjøgnumgangandi setti dám á fyrra hálvleik . Fríða Petersen fekk fatur á tveeimum skotum á rað, og hon vann málmanstvídystin í málríka og undirhaldandi 1. hálvleikinum.

Sí eisini: Myndir: VÍF-H71 - steypafinalan hjá kvinnum

Longri álop vóru nú at síggja hjá báðum liðum, og serliga hevði VÍF í nøkrum førum trupult við at spæla seg til skot, men oftast tá armurin kom upp, tók Durita sakina í egnar hendur. Eina stutta løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði H71 nakrar trupulleikar í álopsspælinum, men skjótt kom gongd á aftur, og málini hildu fram at skola inn í báðum endum.

[object Object]
Lív Bentsdóttir Zachariassen spældi ein góðan dyst á høgra bakki hjá H71 

Góðar fimm minuttir fyri hálvleik broyttist dysturin, tá Agnas Olsen fekk beinleiðis reytt kort fyri sína ólógligu roynd at forða skotroyndini hjá Evu Barbu Arge í einum skjótálopi. Spælskiparin hjá VÍF hevði allarhelst ikki spælt víðari kortini, tí hon meiddi seg so mikið í støðuni, at hon noyddist at verða borin av vøllinum. Agnas hevur sera stóran týdning fyri spælið hjá VÍF, og hetta merktist seinni. Agnas var á høkjum eftir dystin. 

[object Object]
Agnas Olsen fekk reytt kort og ein keðiligan skaða í somu støðu (Mynd: Jens Kr. Vang)

H71 kom á odda við tveimum stutt fyri steðgin, men VÍF kom nógv betri út til 2. hálvleik. Marita Mortensen fekk eina útvísing, H71 skoraði ikki uppá síni álop, VÍF skoraði tríggjar ferðir á rað, og so vóru tær í gulum og bláum á odda. H71 kom tó skjótt fyri seg, og kom á + 3 á fyrsta sinni í 44.minuttir. VÍF hevði ein langan málturk í yvir tíggju minuttir.  Annika Petersen var veruliga komin í gongd, og tað sum landsliðsmálverjin ikki tók, tók stongin. Nógv hekk á Duritu Jojic, ov nógv, og hon brendi nøkur skot, gjørdi yvirtrakk og fekk eina útvísing. Hon gjørdist tó toppskjútti í dag eftir eitt samanlagt sera gott avrik.

[object Object]
Søgulig løta í hølini á Hálsi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dysturin var hesa løtuna merktur av nógvum mistøkum, og tað var sera rótut eina løtu miðskeiðis í hálvleikinum. Meira góðska kom í seinasta korterið og ein øðiligur spenningur seinastu minuttirnar. Tá Durita skoraði sítt fyrsta mál í 2. hálvleikinum í 49. minutti kom VÍF á -1, og hóast H71 tvær ferðir var á odda við trimum málum, so stríddi VÍF seg aftur. Leikararnir í gulum og bláum tóku ábyrgd, og høvdu tá góðir tveir minuttir vóru eftir møguleika  at leggja seg á odda. Hetta eydnaðist tó ikki, og H71 kom á 24-23 við góðum málið hjá Duritu Toftum Joensne, eftir gott innspæl frá Maritu. Í seinasta álopinum kom Durita í ferð, men rakti stongina, og stutt seinni var H71 steypavinnari.

Hetta viðførdi ein øðiligan fagnað á teimum svørtkløddu, nú tað unga liðið prógvaði sítt virði. H71 tyktisti ikki stórliga merkt av, at hetta var fyrsta vaksnamannafinala hjá kvinnunum. Spælskiparin Maria Halsdóttir Weyhe og skjútti Marita Mortensen gingu á odda við málskjóting og øðrum. Marita varð kosin til dagsins leikara, men t.d tók blaðunga Lív Zachariassen eisini veruliga ábyrgd í báðum pørtum av vøllinum. 

Sí eisini: 
- Hetta er bara so gott
-Heilt óbeskriviligt

Klokkan 16 er finalan hjá monnum á skránni, har H71 eisini er við. Har er Kyndil mótsstøðuliðið. Fylg við á Portalinum, har fleiri samrøður og myndir eisini eru at finna.

 

Faxe Kondi kappingin - Steypafinalan hjá kvinnum
15.02 - Stórhøllin á Hálsi

VÍF – H71 23-24 (13-15)

Dystargongdin:
5. Min: 4-4
10 min: 5-6
15 min: 7-7
20 min: 9-8
25 min: 11-12
35 min: 16-17
40 min: 16-18
45 min; 16-19
50 min: 19-21
55 min: 22-23


Liðini byrjaðu á hendan hátt:

VÍF:
Fríða Petersen – Ró Nielsen, Durita C. Jojic Lise Marie Evensen, Agnas Olsen (Lív Ingdorsdóttir avloysti hana eftir reyða kortið), Ingibjørg Olsen/Ivanka Meincke, Heidi Maria Akselsen

H71:
Annika Fríðheim Petersen - Guðrið á Borg - Lív Bentsdóttir Zachariassen, Maria Halsdóttir Weyhe, Durita Toftum Joensen, Marita Mortensen, Eva Barba Arge


Málskjúttar:
VÍF:
Durita Christoffersen Jojic 8 (1)
Ró Nielsen 4
Lise Marie Evensen 3
Ingibjørg Olsen 2
Agnas Olsen 2
Randi Virgarsdóttir 1
Lív Ingdorsdóttir 1

H71:
Marita Mortensen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 6 (1)
Guðrið á Borg 3
Lív Bentsdóttir Zachariassen 3
Eva Barba Arge 3
Durita Toftum Joensen 2
Vár Bentsdóttir Zachariasen 1


Útvísingar:
VÍF: Durita Jojic 2

H71:
Marita Mortensen 1

Reytt kort: Agnas Olsen (25.min)

Bjargingar:
VÍF: Fríða Petersen 12
       Viviann Petersen 3

H71: Annika F. Petersen 8

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder