Fótbóltur

Søguligar skuggar yvir Wien

Eysturríki og Føroyar hanga óloysiliga saman í fótbóltsshøpi. Føroyingar hava staðið seg ógvuliga væl í heimadystunum móti Eysturríki, men tað hevur ikki eydnast at fingið stig í teimum trimum útidystunum higartil.

Føroyska liðið til venjing á Ernst-Happel leikvøllinum, sum verður karmur um dystin í kvøld, í gjár (Mynd: fsf.fo)

Føroyska liðið til venjing á Ernst-Happel leikvøllinum, sum verður karmur um dystin í kvøld, í gjár (Mynd: fsf.fo)

2021-03-28 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey, sum livdu tá og vóru komin so mikin til árs, minnast tað. Føroyingar, ið eru føddir eftir 1990, ella sum ikki vóru nóg gamlir at minnast tað, hava hoyrt um tað. Orðini Landskrona, Eysturríki, fyrsti dystur í undankapping, Torkil Nielsen, topphúgva o.s.fr hava verið at hoyrt aftur og aftur, og á heysti í fjør vóru 30 ár liðin síðani søguliga 1-0 sigurin.

Les eisini: 30 ár síðani bragdið í Landskrona

Í desember endaðu Føroyar og Eysturríki í sama bólki til HM-undankappingina, ið fór í gongd í vikuni, og í kvøld hittast liðini fyri sjeyndu ferð í undankappingardysti. Føroyar vunnu tann fyrsta dystin, og tað endaði við 1-1 janvleiki á Tórsvølli í 2008, tá Bogi Løkin, sonur ein av Landskrona-hetjunum Ábraham Løkin (tá Løkin), skoraði fyri Føroyar. Í 2013 gekk ikki at skora ella fáa stig móti eysturríkum á heimavølli, men samanlagt hevur talan verið um fýra stig í trimum heimadystum.

[object Object]
Teir ellivu ið leiktu allan dystin á tamb og framdi bragdið í Landskrona

Allir tríggir útidystirnir eru endaðir við føroyskum ósigri: 3-0 í Salzburg í 1991, 3-1 í Graz í 2009 - Andreas Lava Olsen skoraði føroyska málið - og 6-0 á Ernst-Happel leikvøllinum í 2013.

Tað verður eisini á Ernst-Happel leikvøllinum, at Føroyar og Eysturríki í kvøld skulu dystast. Vónin hjá føroyingum er sjálvandi, at tað ikki gerst eins ljótt sum fyri átta árum síðani, men eisini at tað fer at eydnast at fáa stig á útivølli móti Eysturríki á fyrsta sinni.

Veddingarfyritøkurnar geva ikki føroyingum stórvegis møguleika at eydnast við hesum, og eysturríkska liðið, við David Alaba úr Bayern München sum stóru stjørnuni, er sterkt. 2-2 javnleikurin í Skotlandi hóskvøldið ger, at ein sigur í kvøld er uppaftur meira týdningarmikil fyri eysturríkar, ið helst eisini hava hoyrt um 12. september 1990 og Landskrona, ið elvdi til stóra skomm fyri leikararnar, venjaran og í landinum.

Les eisini: 
Hørð mótstøða bíðar í Wien
Hava verið aftanfyri fimm ferðir og kortini fingið stig

Hjá Føroyum kom javnleikurin i Moldova samanumtikið væl við, men nú bíðar størsta avbjóðingini í tíðini við Håkani Ericson sum landsliðsvenjara. Føroyingar sleppa helst ikki at hava bóltin serliga nógv, men tað snýr seg um at nýta tær løturnar við honum væl og so annars at serla vera vælskipaður, at arbeiða gróthart og at vera djarvir.

Í føroyska hópinum í Wien er millum annað 22-ára gamli Petur Knudsen, sum er sonur mannin við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen, sum helt málið reint í Landskrona fyri 30 og einum hálvum árum síðani. Petur kann í kvøld fáa sín fyrsta A-landsdyst.

Fyrta bríksl á leikvøllinum, ið er uppkallaður eftir mæta eysturríska venjaranum, verður klokkan 19.45. Til ber at síggja dystin í kringvarpinum. Á forsíðu okkara er møguleiki at atkvøða fyri, hvat dysturin endar við. 

[object Object]
Petur Knudsen skorar her fyri U21-landsliðið á heysti í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder