"So er tað Torkil, hann er í hornatøkum við tveimum, hann sleppur leysur av teimum, hvar ger hann? Hann fer sjálvur, hann rekur og hann skorar!! Torkil Nielsen hevur skorað!! 1-0 til Føroyar!! 1-0 til Føroyar!!! Torkil Nielsen úr Sandavági! Oy, oy, oy, oy, oy! Føroyar hava skorað - Torkil Nielsen til 1-0! Åh, tað er villur jubil her! Heilt, heilt, heilt ótrúligt hann fór ígjøgnum allar hesar mennirnar her. Hjálparsleysir royna teir at toyggja beinini út eftir honum fyri at gera professionelt fríspark
Sí her støðuna tá Torkil Nielsen skorar fyrsta undankappingarmálið hjá Føroyum - tað kom beint eftir størsta møguleikan hjá Eysturríki, ið eisini sæst her
Soleiðis ljóðar minnisverda frásøgnin frá Árna Gregersen, ið var staddur í Landskrona í Skåne fyri Sjónvarp Føroya hetta kvøldið í september 1990. Meginparturin av føroyingurin veit beinanvegin, hvat tað verður sipað til, bert orðið "Landskrona" verður nevnt. Býurin í Svøríki gjørdist fyri 30 árum síðani karmur um ein av størstu føroysku ítróttarhendingunum nakrantíð, og talan varð um eitt úrslit, ið skelkaði fótbóltsheimin.
Eysturríki hevði sama summarið luttikið í HM endaspælinum í Italia, og hevði millum annað Toni Polster á liðnum. Áleyparin við "Bundesliga-hárinum" og níggju talinum á rygginum hevði kappingarárið frammanundan skorað heili 33 mál fyri í Sevilla FC, og bert Hugo Sanchez úr Real Madrid hevði skorað fleiri í La Liga í 1989-1990. Men Mikkjal Danielsen úr Miðvági tók sær ógvuliga væl av Polster, ið eins og hinir í reyum gjørdist meira og meira frustreaður sum dysturin leið, og tað gjørdist skjótt greitt, at málini ikki fóru bara at rapla inn, sum tey flestu væntaðu.
Herjurnar
Hetta syrgdi millum annað maðurin í topphúgvini, Jens Martin Knudsen, fyri. Eyðkendi og dugnaligi málverjin gjørdist ein ímynd av føroyska bragdinum, men um ein nakrantíð kann skýra nakað eitt perfekt liðavrik, so var tað júst hetta avrikið, ið ellivu ótrúliga raskir føroyingar framdu hetta kvøldið í Landskrona. Í verjuketuni var tað frá einum vongbakki úr HB til hin, ið gjørdi vart við seg við at kasta seg í eina rúgvu av takklingum við at taka sær góða tíð við innkøstum. Mikkjal var annar stopparin - hin var Tummas Eli Hansen úr B36. Sweepari og liðformaður var Jóannes Jakobsen, ið stýrdi og stríddist fyrimyndarliga væl.
Jóannes Jakobsen í leiklutinum sum hjálparvenjari á A-landsliðnum. Hetta starvið hevði fyrrverandi liðformaðurin í átta ár (Mynd: Sverri Egholm)
Høgru megin á miðjuni var bert 18-ára gamli klaksvíkingurin Allan Mørkøre, sum fekk sína størstu løtu í landsliðstroyggjuni ein mánaða seinni í gomlu Ítrottarparkini. Bróður hansara, Kurt, stríddist ógvuliga væl sum fremsti maður og var umráðandi, tá tað snúði seg um at verja fyri eysturríksu deyðbóltunum. Í vinstru var dribblisterki Kári Reynheim, sum ikki hevði vant í vikuni, men sum fekk tape'a fótin væl inn og sum í løtum megnaði væl at halda uppá bóltin - annars var uppgávan at hjálpa Jan Dam við tí verjukenda. Á sentrala miðvøllinum var tann eleganti, men samstundis stríðsfúsi Ábraham Hansen (nú Løkin) og so 7'arin úr Sandavági, ið skoraði einsamalla málið í dystinum ið kom eftir ein tíma - tað var frálíkt og ikki lítið minnisvert
Málskjúttin og málverjin - ovurfegnir eftir seinasta bríksl
Oddamaðurin á síðulinjuni valdi at ikki skifta út í dystinum - hetta fyri ikki at bróta góðu rytmuna sum teir ellivu leikararnir, ið allir leiktu í heimligu kappingini høvdu. Tað hevur íslendingurin, ið nú er raktur av sjúkdómi, sagt í viðtalu í frálíku sendingini hjá Suna Merkistein "Skotið í Landskrona", ið varð send í Kringvarpinum tjúgu ár eftir sigurin. Páll Guðlaugsson var tann einasti, ið vildi átáka sær møtumiklu uppgávuna at standa á odda fyri føroyska landsliðnum í einari undankapping á fyrsta sinni. Føroyska liðið fyrireikaði seg av einslistum - í Føroyum í langa tíð áðrenn fráferð og síðani á Örenäs slott í vikuni uppundir dystin. Liðið hjá Joseph Hickersberger nýtti millum annað dagarnar undan dystinum til at vera í Tivoli í Danmark og ikki til at venja á leikvøllinum dagin undan dystinum, sum tað annars var vanligt. At Føroyar í sínu fyrstu undankapping skuldu leika allar sínar heimadystir í Svøríki, tí eingin grasvøllur var tøkur í Føroyum, gjørdu eisini, at undrið varð tað størri. Men Páll dugdi at seta menninar upp, og tað var týðiligt, at føroyka liðið var meira enn eitt sindur motiverað til uppgávuna.
Nakað serstarkt at hátíðarhalda
Eftir seinasta bríksl hjá norðmanninum Egil Nervik, ið dømdi sín seinasta landsdyst, var fagnaðurin á føroysku leikarum, venjarunumm, hjálparfólkum, FSF-umboðum og teimum 300-400 føroysku áskoðarunum í Landskrona, teir flestu av teimum vóru lesandi í Keypmannahavn, ovurhonds stórur. Fagnaðurin var ikki minni í Føroyum, har fyrstu minuttirnir av dystunum ikki kundu síggjast orsakað av streymsliti. Men málið hjá Torkili og tað gjøgnumgangandi frálíka avrikið var at síggja og skjótt eftir dystarenda vóru ein rúgva av bilum í gøtunum. Fleiri skúlar høvdu frí dagin eftir, og føroyska ferðlagið fekk eina hetjumóttøku við komu í Vágunum, og at allan vegin á veg til Tórshavn, har skipað varð fyri móttøku uttanfyri býráðshúsið - tá leikararnir komu aftur til hvør sítt heimstað (t.d Jens Martin og Abraham í Runavík og Kurt og Allan í Klaksvík) var eisini móttøka.
Í dag, nú júst 30 ár eru liðini síðani heilt serliga fótbóltsdagin, og hetta verður markað á ymsan hátt:
- Leikararnir frá Landskrona savnast til eitt hugnakvøld
- Føroya Bjór hevur bryggjað eina "Landskrona-øl", ið minnir um gulløl
- Nýggja ítróttarbarrin "Landskrona" vísur dystin klokkan 22
- FM1 hevur sending frá 15-17 við Landskrona-tilfari í samband við 30-ára dagin
Undankapping til EM-endaspælið 1992
Landskrona Idrottsplats, 12. september, 1990
Føroyar - Eysturríki 1-0 (0-0)
61' Torkil Nielsen 1-0
Føroyar (5-4-1): Jens Martin Knudsen (NSÍ) - Julian Hansen (HB), Mikkjal Danielsen (MB), Jóannes Jakobsen (L - HB), Tummas Eli Hansen (B36), Jan Dam (HB - Allan Mørkøre (KÍ), Abraham Løkin (tá Hansen - ÍF), Torkil Nielsen (SÍF), Kári Reynheim (B36) - Kurt Mørkøre (KÍ)
Venjari: Páll Guðlaugsson
Á bonkinum: Kaj Leo Holm Johannesen, Jens Erik Rasmussen, Magni Jarnskor, Gunnar Mohr, Poul Enok Hansen, sáli
Leikarahópurn við venjarum og hjálparfólkum (Mynd: FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald