Hondbóltur

Vdeo: - Allar taka ábyrgd í dag

Til dømis spælir Lív ein fantastiskan dyst, Gylta kemur væl inn í málið, og eg kundi hildið fram, sigur toppskjúttin. Jana Mittún heldur, at Føroyar prógvaði nakað Reykjavík í kvøld og vónar at nógv koma til dyst við Tjarnir leygarkvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-10-15 23:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Hetta er tað vit fóru eftir, og tað er ein fantastisk kensla.

Hon er profilur hjá Viborg og Føroyum og er á forsíðuni á seinastu útgávuni í Kvinnu.

Í kvøld varð hon føroyskur toppskjútti i Reykjavík, men tað var tað, at allar tóku ábyrgd, sum fekk tað at koppa til ein søguligan sigur á Íslandi, staðfestir Jana Mittún.

Nú sær hon fram til spennandi heimadyst móti hægst styrkismetta Montenegro leygarkvøldið klokkan 19.

Hoyr samrøðuna við Janu Mittún ovast 

1. umfar í undankappingini til EM 
Í dag, mikudagin 15. oktober
Ísland - Føroyar 22-24 (11-11)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 6
Súna Krossteig Hansen 4
Rannvá Olsen 2
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (1)
Maria Halsdóttir Weyhe (1)

[object Object]

Málverjar:
Rakul Wardum 6 bjargingar ( 29% - umleið 40 minuttir)
Gylta Djurhuus á Neystabø (3 bjargingar 30%)

Dystargongdin Ísland – Føroyar:
5 min: 2-2
10 min: 3-4
15 min: 3-6
20 min: 7-8
25 min: 9-10
30 min: 11-11
35 min: 11-14
40 min: 14-16
45 min: 17-17
50 min: 17-20
55 min: 20-22
60 min: 22-24

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder