Hondbóltur

Mladen skal hjálpa H71 í Bosnia - spæla fyrra dystin klokkan 18

Hoyvíkingar skulu royna at basa RK Konjuh Zivinice. Báðir Europa Cup-dystirnir verða spældir í Bosnia og kunnu stroymast á Youtube - StÍF spælir fyrra dystin í Serbia fríggjadagin.

Mladen Mjerimacka í Team Klaksvík-blusuni eftir dystin í Hoyvík seinasta vikuskifti. Hesa vikuna er royndi málverjin í H71-klæðum, tí Torstein Sivertsen er skaddur og ikki tøkur til evropeisku dystirnar (Mynd: H71)

Mladen Mjerimacka í Team Klaksvík-blusuni eftir dystin í Hoyvík seinasta vikuskifti. Hesa vikuna er royndi málverjin í H71-klæðum, tí Torstein Sivertsen er skaddur og ikki tøkur til evropeisku dystirnar (Mynd: H71)

2025-10-16 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í september royndu hoyvíkskvinnur seg í 2025/2026 útgávuni av European Cup. Tað gekk akkurat ikki at spæla seg víðari móti niðurlendskari mótsstøðu.

Nú skulu menninir hjá H71 og menninir hjá StÍF spæla í kappingini. Talan er um 2. umfar, og bæði føroysku feløgini spæla báðar dystirnar á útivølli. Samanlagdi vinnarin av uppgerðini fer víðari til 3. umfari.

Í fyrstu umførunum avtalað feløgini oftast at spæla báðar dystirnar í sama langi. H71 og StÍF eru boðin til ávíkavist Bosnia og Serbia, har heimaliðið rindar fyri nógvar av útreiðslunum.

[object Object]
StÍF fer fyri fyrstu ferð hesa øldina at spæla Europa Cup-hondbólt (Mynd: StÍF)

Mladen og H71 í eldin í kvøld

StÍF skal takast við serbiska stórfelagið Vojvodina, og tað verður ein stór uppgávuna

H71 má metast at hava ein á pappírinum væl betri møguleika at spæla seg víðari. Hoyvíkingar hava eisini spælt í European Cup seinastu mongu árini.

Eitt serstakt hesaferð er, at liðið hevur útvega sær nakað av styrki júst til evropeiskar dystir. 

Mladen Mjerimacka hevur seinastu mongu árini verið ein av bestu málverjunum í Føroyum. Hann er úr júst omanfyrinevnda Vojvodina men hevur eisini spælt í Bosnia&Hersegovina, har H71 skal spæla í dag, hósdagin 16. oktober, og leygarkvøldið, 18. oktober.

Torstein Sivertsen, ið Mladen var málverjuvenjari hjá á bronsuvinnandi U21-landsliðnum í summar, er skaddur. Tískil hevur H71 útvegað sær málverjan úr Team Klaksvík til hesar evropeisku dystirnar. Royndi serbin skal styrkja málverjuhópin, har blaðungi  Michah Wardum Ragnarsson annars hevur staðið seg væl.

[object Object]
Mladen Mjerimacka og Torstein Sivertsen fegnast her um bjarging hjá Aleksandar Sasha Lacok undir søguliga HM-endaspælinum í Póllandi (Mynd: IFH/Kolektiff)

Dysturin hjá H71 í dag byrjar klokkan 18 og verður stroymdur - her á Youtube-síðuni hjá RK Konjuh Zivinice (Leinkja kemur nakað áðrenn dystarbyrjan)

Til ber eisini at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum.

[object Object]H71-hópurin til venjing í Bosnia (Mynd: H71)

H71-hópurin í Bosnia: 
1 Mladen Mjerimacka
2 Helgi Hildarson Hoydal
9 Jón Rói Mohr Høgnesen
14 Boas Ellefsen á Skipagøtu
15 Haraldur Karlsson
16 Micah Wardum Ragnarsson
17 Helgi Poulsen
20 Jákup Egholm
23 Høgni Højsted
24 Niklas Højgaard Hanusarson
30 William Napoleon Djurhuus
38 Høgni Heinason
44 Sakaris Sakarisson
45 Peter Krogh
63 Brian Slyne

Talan er um ein sterkan hóp hjá steypavinnarunum frá í fjør - við góðari blanding av yngri og eldri spælarum. Tað er tó ein smeitur, at Rókur Ziskason er skaddur.

Niklas Højgaard Hanusarson er aftur í felagnum í ár, og tað er Peter Krogh eisini.

Helgi Poulsen spælir aftur eftir langtíðarskaða, og so spælir Helgi Hildarson Hoydal sín fyrsta evropeiska dyst. Royndi strikuspælarin hevur annars nógvir landsdystir - Helgi var skaddur í fjør, tá H71 spældi í Evropa.

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder