
Reykjavík, Ísland (Portalurin): - Eg royni at møta upp, tá okkurt føroyskt landslið spælir her í Reykjavík-økinum, so tað var upplagt at koma her í kvøld.
Í steðginum í hondbóltslandsdystinum millum Føroyar og Ísland í gjárkvøldið, hittu vit ein fegnan fótbóltsspælara og føroying: Gunnar Vatnhamar.
Eftir nakrar dagar við stórum fótbóltsupplivingum á Tórsvølli og fletting hjá familjuni í Leirvík er sterki landsliðsmiðverjin aftur í íslendska høvuðsstaðnum. Her hevur hann havt heimavøll í trý kappingarár nú sum spælari hjá Víkingi Reykjavík. Har hevur 30-ára gamli leirvíkingurin fyri stuttum vunnið meistaraheitið fyri aðru ferð, og ætla teir ikki at slaka eftir væleydnaða landsliðssteðgin.
Gunnar Vatnhamar stórfegnast saman við Hanusi Sørensen eftir eitt av føroysku málunum í 4-0 sigrinum á Montenegro fyri viku síðani (Mynd: Sverri Egholm)
Gunnar Vatnhamar sær stórt í tí at stuðla øðrum føroyskum ítróttarfólki, tá tað ber til. Hann var til dyst millum somu lið í fjør á Hafnafjørðinum. Nú føroysku hondbóltskvinnurnar aftur spældu EM-undankappingardyst tætt við heim hansara, møtti landsliðsspælarin í fótbólti upp.
- Eg royni at stuðla, tí eg veit, at um eg var í støðuni sum spælari, so hevði eg vilja fingið stuðulin sjálvur. Og at hyggja eftir føroysku hondbóltsgentunum her...tær eru framúr góðar! Hóast eg ikki skilji hondbólt so væl, so er tað stuttligt at hyggja. Og eg haldi, at vit klára væl at "matcha" stóru íslendsku kvinnurnar, so tað er flott.
Gunnar Vatnhamar situr í sínari landsliðsblusu (nummar 16) undir liðuni á Magna Mohr, sum er kropsligur venjari hjá Gunnari á A-landsliðnum. Teir skaptu stór úrslit í síðstu viku. Nú er verjuspælarin aftur í Íslandi, har hann spælir við Víkingi Reykjavík, meðan Magni er í arbeiðsørindum til Arctic Circle-ráðstevnuna; somu ráðstevnu sum løgmaður er til (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Løgmaður: - Kunnu vera ógvuliga errin av okkara ítróttarfólki
Júst tað at merkja stuðul og gleði yvir føroysk avrik, er nakað sum Gunnar Vatnhamar hevur gjørt seinastu dagarnar. Og tað er bæði gleðiligt og rørandi at uppliva, hvussu nógv tað merkir hjá føroyingum, at fótbóltslandsliðið vinnur, og at fólk skriva o.s.fr.
Eftir 2-1 sigurin á Kekkia sunnukvøldið hevur Gunnar nýtt mesta av tíðini at fletta. Føroyski landsliðsspælarin noyddist fyri Portalinum flenanndi viðurkenna, at hann er eitt sindur rustaður har.
Hoyr esini: Gunnar: - Hava mentalu styrkina sum krevst - nú skal eg fletta
Vit fingu Gunnar Vatnhamar at seta orð á uppskriftina fyri flottu føroysku úrslitini, og at svara uppá um endaspæl er endamálið.
Hetta var áðrenn hann, kropsligi venjarin á landsliðnum Magni Mohr, løgmaður og hini í høllini hugdu víðari - eftir 2. hálvleiki. Og eins og áðrenn landsdystirnar móti Montenegro og Kekkia, har Gunnar spáddi seks stig til Føroyar, so rakti hann við sjálvsálti og trúgv á føroyskar dygdir rætt aftur hesaferð.
- Eg gleði meg til vit vinna 2. hálvleik, so kunnu tær fara heim við stigum.
Føroysku kvinnurnar fegnast eftir sigurin - her saman við øðrum av føroysku bólkunum í Lambhagahøllini. Gunnar Vatnhamar sæst við ørmunum omanfyri høvd, í landsliðsblusu, nakað til høgru (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar vunnu 2. hálvleik og EM-undandystin við tveimum málum - Sí fleiri myndir úr Reykjavík her og sí meira tilfar á roysni.fo
Hoyr alla samrøðuna við Gunnar Vatnhamar ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald