Reykjavík, Ísland (Portalurin): Millum áskoðarnar til hondbóltslandsdystin her í kvøld er Aksel V. Johannensen.
Hann er til Artic Circle ráðstevnu í íslendska høvuðsstaðnum, og tí var upplagt at fara at hyggja eftir hondbóltskvinnum.
Teimum var løgmaður eisini og stuðlaði í endaspælinum í Basel í fjør, og hann setur orð á menningina í føroyskum ítrótti - millum annað stóru framgongdina í hondbóltinum og stóru úrsltiini hjá manslandsiðnum í síðstu viku.
Sí eisini: Landsliðsvenjarin og løgmaður tosa taktikk í Tinganesi
![]()
Løgmaður til EM-endaspælið hjá kvinnum í Sveis síðsta vetur. Í kvøld sær hann aftur liðið spæla, tá tær skulu taka fyrsta fetið til enn eitt EM (Mynd: JN/Jóanis Albert Nielsen)
Eisini komu vit inn á arbeiði við limaskapinum í olympiska felagsskapinum (IOC) - hann er tengdur at broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya, staðfesi Aksel V. Johannesen
Hoyr samrøðu ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald