2025-10-16 15:27

Tveir føroyingar spæla Champions League-hondbólt í kvøld, hósdagin 16. oktober, og dystirnir síggjast.
Hetta á TV3MAX, sum millum annað, er í pakkum hjá Televarpinum. Eisini síggjast dystirnir hjá Füchse Berlin og GOG hjá Viaplay.
Óli Mittún og GOG spæla í Zagreb klokkan 17.45, og Hákun West av Teigum og Füchse taka ímóti Kolstad klokkan 19.45.
Serliga hjá Óla og teimum er talan um týðandi dyst. Hetta eru fimtu dystirnir í bólkunum hjá føroyingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald