Fótbóltur

Hava verið aftanfyri fimm ferðir og kortini fingið stig

Eins og í dystunum móti Malta og Lettlandi í heyst, var føroyska liðið aftanfyri við einum máli í gjár men reisti seg. Harvið hava Føroyar undir Håkani Ericson fingið stig í fimm út av sjey kappingardystum, har liðið hevur verið aftanfyri.

Håkan Ericson og hansara toymi eru framvegis ósigrað í kappingardystum. Aftur í gjár vísti liðið viljan til at stríða seg til stig (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Håkan Ericson og hansara toymi eru framvegis ósigrað í kappingardystum. Aftur í gjár vísti liðið viljan til at stríða seg til stig (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

2021-03-26 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dystur við nýggja venjaratoyminum, við Håkani Ericson á odda, gjørdist dramatiskur. Talan var um fyrsta dystin í Nations League 2020. Tað var á Tórsvølli í september - tíverri uttan áskoðarar. Føroyar komu fult uppiborið á odda, men Malta vendi til 1-2. So kom Lava á vøllin, 2-2, og í 89. minutti fingu Føroyar fríspark stutt uttanfyri brotsteigin til vinstru. Tað tók Brandur Hendriksson sær ógvuliga væl av, og so var stórur føroyskur fagnaður. 

[object Object]
Sviin og sandoyingarnir eftir at skálvíkingurin við átta-talinum hevði smekkað bóltin upp í málhornið til 3-2 (Jens. Kr. Vang)

Síðani hava "comebakkini" ikki verið eins dramatiskt, men í báðum dystunum móti Lettlandi og í avgerandi dystinum á Malta komu Føroyar afturum 1-0 men vendi tað skjótt til 1-1. Hetta syrgdi fyri, at liðið hjá Håkani Ericson og Eli Hentze vann bólkin í Nations League.

Í gjár gekk lang tíð ímillum málið hjá Moldova, ið kom eftir eitt persónligt mistak, til útjavnandi málið hjá nýinnskifta Meinhardi Olsen, men føroyska liðið helt fram at stríðast og søkja at, hóast spælið ikki hekk saman í pørtum  av dystinum. 

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad misti bóltin í uppspælinum, og so fingu moldovar bóltin framvið Gunnari Nielsen (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

[object Object]

Meinhard Egilsson Olsen javnaði fyri Føroyar (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Harvið hava Føroyar ikki tapt í teimum sjey kappingardystunum undir Håkani Ericson, og í fimm av teimum hava føroyingar verið aftanfyri. Føroyar hava vunnið á Malta - áðurnevnda 3-2 dyst - og so tveir dystir móti Andorra - 3-0 samanlagt. Í øllum fýra javnleikunum hava liðini skorað eitt mál hvør, og Føroyar hava verið aftanfyri 1-0 í øllum.

Sum partur av venjaratoyminum, sum kom til í fjør, er mentali venjarin Igor Adoris, og hann hevur eigur helst part av heiðrinum fyri, at føroyska liðið hevur fingið so nógv stig, hóast liðið er komið afturum. 

Sí eisini: Video: Igor skal menna sjálvsálitið hjá føroyingum

Áður hevur tað ikki verið eitt vørumerki, tó at nevnast kann at flottir javnleikir eru komnir í hús í Norðurírlandi (1991) og á Svangaskarði - móti Skotlandi í 1998 og Slovenia í 2000 - eftir at Føroyar vóru aftanfyri. Tað skal eisini havast við, at eingin av kappingardystunum undir verandi venajratoymi hevur verið leiktur ímóti liði, ið er styrkismett yvir Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder