Føroyska landsliðið hevur í dag lagt seinastu hond á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin millum Eysturríki og Føroyar, sum verður á Ernst-Happel stadion í Wien sunnukvøldið klokkan 20:45, lokala tíð. Tað er klokkan 19:45 føroyska tíð.
Føroyska ferðalagið kom úr Moldova til eysturríkska høvuðsstaðin fríggjanáttina, og beint eftir middag fríggjadagin vóru spælararnir longu á vøllinum aftur.
Oddmar Færø fór út við skaða í fótinum í dystinum móti Moldova og er ivasamur til dystin í annaðkvøld.
Hetta er sjeyndu ferð Føroyar og Eysturríki hittast. Úrslitini á heimavølli hava verið góð, har Føroyar hava vunnið ein, spælt ein javnan og tapt ein. Á útivølli hevur hilnast verri, har tað er blivið til tríggjar ósigrar.
Sum flestum kunnugt vann Føroyar 1-0 á Eysturríki í Landskrona í 1990, har Torkil Nielsen skoraði sigursmálið. Í 2008 megnaði føroyska landsliðið at fáa ein 1-1 javnleik á heimavølli, tá Bogi Løkin skoraði føroyska málið. Í 2013 megnaði Eysturríki fyri fyrstu ferð at vinna á Føroyum á útivølli, tá endaði dysturin við einum 0-3 sigri til Eysturríki. Føroyar hevur ikki megnað at fingið stig ímóti Eysturríki á útivølli. Í 1991 vann Eysturríki 3-0, og í 2009 3-1, tá Andreas Lava Olsen skoraði føroyska málið. Í 2013 vann Eysturríki heili 6-0 á Føroyum.
Eysturríki er stórfavorittur undan dystinum í annaðkvøld. Sambært veddingarfyritøkunum gevur ein sigur til Eysturríki gevur pengarnar 1,06 ferðir aftur. Ein sigur til Føroyar gevur pengarnar ímillum 30 og 50 ferðir aftur, meðan ein javnleikur gevur pengarnar seks ferðir aftur.
Eysturríki spældi, eins og Føroyar, javnleik í fyrsta dystinum, tá teir vóru á vitjan í Skotlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald