Tað er sannur fótbóltsfepur í danska høvuðsstaðnum í dag, har Parkin á Eysturbrúgv í kvøld verður karmur um Danmark - Finnland. Talan er um fyrsta dystin í bólki B í EM, og talan er um fyrsta heimadyst í einum endaspæli hjá Danmark nakrantíð. Hjá Finnlandi er talan er um fyrsta dystin í einum endaspæli yvirhøvur.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/12/890x590/1623500559beiyhskjpl.jpg)
Danir hugna sær og stytta sær um stundir í Fælledparken - í bakgrundini er Parken ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/12/890x590/1623500556umzbgz5pxe.jpg)
Myndir: EPA
15.900 áskoðarar sleppa inn til dystin - til dystirnar hjá Danmar móti Belgia 17. juni og móti Russlandi 21. juni verður møguleiki hjá 25.000 fólkum at vera inni í Parkini til dystin. Ymsastaðni í Keypmannahavn og aðrastaðni kring landið savnast fólk í reyðum og hvítum og vóna, at liðið hjá Kasper Hjulmand livur upp til vónirnar og vinnur trygt á Finnlandi, sum av mongum verður mett at vera veikasta liðið í kappingini.
Les eisini: 
Avmarkað áskoðaratal í Parken
Ellivu leikstaðir
Størsta finska navnið Teemu Pukki, hevur verið plágaður av skaða upp til kappingina. Hjá finnum snýr tað seg um at standa saman sum ein eind og royna at oyðileggja upplivingina hjá dønum í dag.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/11/15/890x590/h55636322.jpg)
Christian Eriksen og hinir í reyðum og svørtum skulu í kvøld royna at fáa eina góða byrjan uppá EM-endaspælið (Mynd: EPA)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/12/890x590/1623500444l3wwpa52gh.jpg)
Teemu Pukki til venjing í Parkini í gjár (Mynd: EPA)
Fyrsti dysturin í endaspælinum í dag, verður leiktur í Baku, ið er høvuðsstaðurin í Aserbadjan. Har er Sveis favorittur móti Wales, sum tó var í hálvfinaluni í 2016 og millum annað hevur Gareth Bale og Aaron Ramsey á liðnum.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/06/12/890x590/16235005712tj8yp6cxw.jpg)
Gareth Bale undir upphitingini í Baku![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2018/11/17/890x590/aserbadjan-3.jpg(2).jpg)
Risastóra Olympic Stadium í høvuðsstaðnum í Aserbadjan, har næstan 35.000 áskoðarar kunnu vera til staðar til dystin um eina løtu. Føroyar spældu her í Nations League 2018 (Mynd: Sverri Egholm)
Í kvøld tekur Russland móti Belgia, ið ikki hevur skøddu Kevin De Bruyne og Axel Witsel á liðnum, og talan kann gerast um ein heilt spennandi dyst.
EM-endaspælið 2020 (2021) - Bólkur A
Í dag - Leygardagin 12. juni klokkan 14 
(Baku): Wales - Sveis
Í gjár, Fríggjadagin 11. juni, á Stadio Olimpico í Rom (áskoðarar: 12,916)
Italia - Turkaland 3-0 (0-0)
53' Merih Demirial 0-1
66' Ciro Immobile 0-2
79' Lorenzo Insigne 0-3
Les eisini: Italia setti Turkaland uppá pláss í 2. hálvleiki
Italia 3
Wales 0
Sveis 0
Turkaland 0
Bólkur B: 
Leygardagin 12. juni klokkan 17 (Keypmannahavn): Danmark - Finnland
Leygardagin 12. juni klokkan 20 (Sankta Pætursborg): Russland - Belgia
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald