Fótbóltur

Avmarkað áskoðaratal í Parken

DBU loyvir ikki fleiri áskoðarum til dystin leygardagin, hóast danska stjórnin slakaði koronatreytirnar í morgun.

Parken á Østerbro er til reiðar at vera vertur fyri EM-dysti leygardagin (Mynd: EPA)

Parken á Østerbro er til reiðar at vera vertur fyri EM-dysti leygardagin (Mynd: EPA)

2021-06-10 08:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast danska stjórnin í dag hevur boðað frá, at markið fyri hvussu nógv fólk nú kunnu savnast, verður hækkað til 25.000, so verður hetta ikki galdandi fyri EM-dystin, sum verður spældur í Parken leygardagin millum Danmark og Finnland.

Fleiri fegnnaðust um tíðindi og vónaðu, at danska fótbóltssambandið, DBU, nú fóru undir at selja fleiri atgongumerki til dystin.

Men tað hendir ikki.

- Um politikararnir ynkstu at fleiri fólk skulu sleppa til dystin, so høvdu teir givið okkum eitt skotbrá, ið var meira enn tveir dagar, sigur stjórin í DBU við Danmarks Radio í dag.

Men hann upplýsir eisini, at DBU arbeiðir hart fyri møguleikanum at lata 25.000 áskoðarar inn til komandi dystirnar hjá Danmark í Parken, móti Belgia 17. juni og móti Russlandi 21. juni. 

[object Object]Danska landsliðið undir venjing í vikuni. Leygardagin skulu teir spæla fyrsta EM-dystin móti Finnlandi (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder