EM nummar 16 í røðini er sermerkt við tí, at tað eitur Euro 2020 men verður leikt í 2021. UEFA útsetti høvuðstiltak sítt, tá tað kemur til landsliðsfótbólt, orsakað av koronustøðuni í Evropa í fjør.
Tað mest serstaka við endaspælinum er nakað, ið varð avgjørt, langt áðrenn vit tóku orðið koronavirus upp á tungu javnan. Í samband við at endaspælið skuldi spælast júst 60 ár eftir tað fyrsta í røðini - í 1960 - hevði evropiska fótbóltssamgongan valt at spreitt dystirnar út í tey ymisku hornini í Evropa. Í tólv av teimum undanfarnu endaspølunum hevur eitt vertsland verið. Tríggjar ferðir í hesari øldini hava tvey long hýst endaspælinum: Niðurlond og Belgia í 2000, Sveis og Eysturríki í 2008 og Pólland og Ukraina í 2012.
Les eisini: EM-niðurteljingin er av álvara byrjað
Trettan vertslond og vertsbýir vórðu valdir til hetta endaspælið í 2014, men móti ársenda í 2017 varð vertsleikluturin tikin frá Brússel, tí tað var greitt, at ætlaða "Eurostadium" beint norðanfyri belgiska høvuðsstaðin fór at verða av ongum orsakað av politiskum ósemjum. London yvirtók teir dystirnar í bólkaspælinum, ið upprunaliga skuldu vera í Belgia, og harvið fær Ongland heimavallarfyrimun í bólkaspælinum.
Í apríl í ár misti Dublin eisini sín vertsleiklut, tí írsku myndugleikararnir ikki kundu vissa, at áskoðarar sluppu inn til dystirnar. Teir ætlaðu dystirnir í Dublin vórðu fluttir til Sankta Pætursborg, ið harvið skal hýsa seks dystum í bólkaspælinum. Tríggir av teimum eru helmingurin av dystunum í bólki E. Hin helmingurin verður í Spania - tó ikki í Bilbao sum ætlanin upprunaliga var. UEFA flutti dystirnar hjá spaniólum í bólkaspælinum til La Cartuja í Sevilla av somu orsøk.
Teir ellivu vertsbýirnir eftir hvørjum dystum teir hýsa:
Bólkaspæl, áttandapartsfinalur, hálvfinalur og finala: London
Bólkaspæl og fjórðingsfinalur:
Baku, Rom, Sankta Pætursborg og München
Bólkaspæl og áttandapartsfinalur:
Amsterdam, Bukarest, Budapest, Glasgow, Keypmannahavn og Sevilla
Niðanfyri sæst yvirlitið yvir, hvar dystirnir í teimum seks bólkunum verða leiktir. Í øllum bólkunum er minst eitt lið, ið hevur heimavøll. Har tað eru tvey heimalið, hevur annað tríggjar heimadystir og hitt tvey - til dømis í bólki B har Danmark spælir allar sínar dystir í Parkini, og Russland spælir tveir í Sankta Pætursborg og ein í Parkini. Talan hevur verið um lutakast í hesum førunum.
Leikvøllur, býur og land - tal av áskoðarum ið sleppa inn til dystirnar (prosenttal av hvat leikvøllurin tekur)
Bólkur A:
Italia, Turkaland, Wales, Sveis
Leikstaðir: Olympisku leikvallirnir í Rom, Italia og Baku, Aserbadjan - ávíkavist 17,659 (25 prosent) 34,350 (50 prosent)
Bólkur B:
Danmark, Finnland, Belgia, Russland
Leikstaðir: Parken í Keypmannahavn, Danmark og Kestovsky Stadium í Sankta Pætursborg, Russland - ávíkavist 16,000 (40 prosent) og 34,067 (50 prosent)
Les eisini: Avmarkað áskoðaratal í Parken
Bólkur C:
Niðurlond, Ukraina, Eysturríki, Norður Makedónia
Leikstaðir: Johan Cruyff Arena í Amsterdam, Niðurlond og Arena Nationala í Bukarest, Rumenia - ávíkavist 16.000 (33,3 prosent) og 13,000 (25 prosent)
Bólkur D:
Ongland, Kroatia, Skotland, Kekkia
Leikstaðir: Wembley í London, Onglandi og Hampden Park í Glasgow, Skotlandi - ávikavist 22,500 (25 prosent) og 12,000 (25 prosent)
Bólkur E:
Spania, Svøríki, Pólland, Slovakia
Leikstaðir: La Cartuja í Sevilla, Spania og Kestovsky Stadium í Sankta Pætursborg, Russland - ávíkavist 18,000 (30 prosent) og 34,067 (50 prosent)
Bólkur F:
Ungarn, Portugal, Frakland, Týskland
Leikstaðir: Puskás Arena í Budapest, Ungarn og Allianz Arena í München, Týsklandi - ávíkavist 67,215 (100 prosent) og 14,000 (20 prosent)
Í flestu førum kann man siga umleið um talið av áskoðarum. Í fleiri londum er ætlanin at økja talið av áskoðarum til í øllum førum knock-out dystirnar men møguliga áðrenn. Í Danmark verður talið áleið 16,000 til søguliga dystin móti Finnlandi leygardagin, men eftir nýggju útmeldingina frá stjórnini í morgun verður arbeitt við at fáa 25.000 inn til dystirnar móti Belgia og Russland. Wembley skal hýsa trimum teimum seinastu dystunum, og arbeitt verður av álvara við at fáa so nógvar áskoðarar inn sum gjørligt til tá.
Wembley skal hýsa flest dystum í EM
Føroyska A-landsliðið venur á Baku Olympic Stadium (Mynd: Sverri Egholm)
Í Russlandi og Aserbadjan er møguligt at fylla helvtina av leikvøllinum. Aserbadjan hevur, eins og Rumenia, ikki sítt landslið við í kappingini. Føroyar spældu á stóra leikvøllinum í Baku í Nations League í 2018. Føroyska A-landsliðið hevur eisini roynt seg á Puskás Arena fyri ikki so langari tíð sínari. Ungarskir myndugleikar lovaðu fyri tveimum mánaðum síðani, at leikvøllurin kann vera fullir, til teir fýra dystirnir, ið verða leiktir har í endaspælinum. Ungarn er í deyðans bólki - bólk F - so heimavallarfyrimunurin kemur væl við.
Meginparturin av londunum hava sítt støði í heimlandinum undir kappingini - íhvussu er fyrstu tvær vikurnar ella so - men lond sum spæla íhvussu er tveir av dystunum í bólkaspælinum langt frá heimlandinum, hava valt at vera á tí staðnum. Wales heldur til dømis heimstað í Baku nú, har liðið skal í eldin leygardagin og aftur mikudagin.
EM endaspælið byrjar í morgin við dysti í Rom millum Italia og Turkaland. Fyrsta bríksl verður klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald