Tað er vanliga fjórða hvørt ár, men fyri fyrstu ferð í EM-søguni eru næstan fimm ár liðin, síðani seinasta endaspælið var. Orsøkin er sjálvandi koronustøðan í Evropa.
Tað byrjar í Rom um júst tvey samdøgur, har Italia tekur ímóti Turkalandi. Tað er fyrstu ferð, at Turkaland skal spæla ein EM-byrjanardyst. Nakað, sum er heilt óvanligt, er, at ikki bert er eitt vertsland - Italia ikki er tað einasta staðið, har dystir verða. Tíggju onnur leikstøð eru - frá Baku til London - frá Bukarest til Glasgow. Meira um hetta í morgin.
Roberto Mancini skal royna at føra Italia langt í endaspælinum. Hann tók við, eftir at tað ikki eydnaðist undanfarna venjara at fáa Gli Azzuri til HM-endaspælið í 2018
Tveir triðingar av liðnum koma víðari
Tað er á ein hátt ikki eins stórt trýst á í bólkaspælinum sum áður, tí trý av fýra liðnum koma víðari í fýra útav teimum seks bólkunum. EM 2016 var tað fyrsta, har 24 lond luttóku. Soleiðis verður aftur hesuferð. Talan er um seks bólkar, har fýra lið eru í hvørjum. Sum vanligt koma tvey tey ovastu víðari, men tað gera teir fýra bestu trý'ararnir eisini, so at 16 lið eru í fyrsta "knock-out" umfari
Hetta kom Albania, Norðurírlandi, Írlandi og Portugal væl við fyri fimm árum, tí um spælt hevði verið eftir gomlu skipanini, høvdu hesi ikki komið víðari. Portugal gjørdi sær av álvara dælt av tí og vann óvæntað jsálva finaluna á fronsku vertunum.
Skipanin ger tó, at fleiri lond av álvara kunnu kanna sær bitan og at smærri tjóðir hava betri møguleika at bjóða av í endaspælinum.
Niðanfyri er yvirlit yvir teir seks bólkarnar og fyrsta umfari við dystum
Bólkur A:
Italia
Turkaland
Wales
Sveis
Fríggjadagin 11. juni klokkan 20 (Rom): Italia - Turkaland
Leygardagin 12. juni klokkan 14 (Baku): Wales - Sveis
Bólkur B:
Danmark
Finnland
Belgia
Russland
Leygardagin 12. juni klokkan 17 (Keypmannahavn): Danmark - Finnland
Leygardagin 12. juni klokkan 20 (Sankta Pætursborg): Russland - Belgia
Bólkur C:
Niðurlond
Ukraina
Eysturríki
Norður Makedónia
Sunnudagin 13. juni klokkan 17 (Bukarest): Eysturríki - Norður Makedónia
Sunnudagin 13. juni klokkan 20 (Amsterdam): Niðurlond - Ukraina
Bólkur D:
Ongland
Kroatia
Skotland
Kekkia
Sunnudagin 13. juni klokkan 14 (London): Ongland - Kroatia
Mánadagin 14. juni klokkan 14 (Glasgow): Skotland - Kekkia
Bólkur E:
Spania
Svøríki
Pólland
Slovakia
Mánadagin 14. juni klokkan 17 (Sankta Pætursborg): Pólland - Slovakia
Mándagin 14. juni klokkan 20 (Sevilla): Spania - Svøríki
Bólkur F:
Ungarn
Portugal
Frakland
Týskland
Týsdagin 15. juni klokkan 17 (Budapest): Portugal - Frakland
Týsdagin 15. juni klokkan 20 (München): Týskland - Ungarn
Allir dystirnir kunnu síggjast á Viaplay.
Sí eisini: 32 dystir frá EM í fótbólti vístir í KVF
Fótbóltur
EM: Niðurteljingin er av álvara byrjað
Byrjanardysturin verður í Rom fríggjakvøldið. Fyrstu tólv dagarnar snýr tað seg um at spæla seg víðari til áttandapartsfinalurnar, og 24 lond kappast um tað ymsastaðni í Evropa. Her er yvirlit yvir bólkarnar.
Ronaldo og Portugal eru í "Deyðans bólki" saman við Týsklandi, Fraklandi - og Ungarn. Liðið kom í 2016 víðari sum trý'ari í bólkaspælinum og endaði við at gerast evropeameistari. Nú skal heitið verjast (Mynd: EPA)
2021-06-09 19:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald