Fótbóltur

Italia setti Turkaland uppá pláss í 2. hálvleiki

Heimaliðið hevði allatíðina yvirvágina í Rom, og eftir stegðin kom hol á. Turkar høvdu lítið og einki at bjóða uppá við bóltinum og taptu 3-0 - Italia fekk harvið størsta sigurin í einum EM-byrjanardysti nakrantíð.

Gli Azzuri - ella meira Gli Bianca í kvøld nú leikaratroyggjurnar ikki vóru tær klassisku, byrjaði við tryggum og flottum sigri (Mynd: EPA)

Gli Azzuri - ella meira Gli Bianca í kvøld nú leikaratroyggjurnar ikki vóru tær klassisku, byrjaði við tryggum og flottum sigri (Mynd: EPA)

2021-06-11 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan byrjanardystinum í fyrsta endaspælinum hjá Gli Azzuri í fimm ár, høvdu italiumenn ikki tapt í næstan trý ár, og hendan støðan sá ongantíð út til at fara at verða øðrvísi eftir dystin í kvøld, tá Turkaland var mótstøðuliðið í "æviga býnum"

Eftir "Nessum Dorma" hjá Andrea Bocelli og eina heilhjartaða útgávu av "Il Canto degli Italiani" - tjóðsanginum - tók italska liðið dirgentpinnin frammanfyri teimum áleið 13.000 áskoðarunum á olympiska leikvøllinum í Rom. Teir, í kvøld hvítkløddu, høvdu bóltin ógvuliga nógv men høvdu tó trupulleikar at skapa málmøguleikar móti turkiska liðnum, sum stóð tætt og langt afturi á vøllinum. Talan varð mest um langskot, ið ikki gjørdust vandamikil.

Besta møguleikan hevði málrevurin hjá Lazio, Ciro Immobile, tá hann stutt fyri hálvleik fekk vent sær og fekk skot á. Ímóti endanum av hálvleikinum fór spælið at flóta betri hjá Italia, og teir á heimaliðnum vildu hava brotsspark, tá eitt inlegg kom upp í armin á verjuleikara, men Danny Makkelie segði nei, og tað segði VAR eisini. Niðurlendski dómarin dømdi samanlagt heilt væl - hann hevði eina greiða linju, gjørdi lítil til eingin mistøk, floytaði ikki ov nógv og gav bert eitt gult kort, og tað var heilt ímóti endanum.

Tá Caglar Soyuncu fekk víst gula kortið í 88. minutti, var dysturin avgjørdur. Italia kom heilt væl út eftir steðgin - tað gjørdi Turkaland als ikki. Skjótt varð 1-0. Domenico Berardi breyt ígjøgnum í høgru í brotsteignum, legði innfyri móti Immobile, og so var Juventus-verjuleikarin Demerial óheppin og gjørdi sjálvmál. Hetta var fyrstu ferð, at allarfyrsta málið í EM-endaspæli var sjálvmál. Næstu løtuna helt greiða yvirvágin fram, og 2-0 málið lá í luftuni til Immobile sló til. Eyðsýndi vintri bakkurin Spinazzola smekkaði til eftir italienskt "power-play", Cakir bjargaði, og so var nummar 17 til reiðar.

[object Object]
Immobile til 2-0...

[object Object]

Insigne setti innarusíðuna á, og so var Napoli leikarin í luftini av gleði...

[object Object]
Heimaáskoðarnir vóru ikki minni glaðir (Myndir: EPA)

Turkaland hevur fingið fleiri heilt góð úrslit seinastu árini, men hevði bert eitt skot uppá mál í dag. Tað tók Donnarumma trygt, og samanumtikið sá verjuparturin hjá heimaliðnum, við samanlagt 70-ára gomlu Juventus-miðverjunum Bonucci og Chiellini á odda, haldgóður út. Spælið var flott í fleiri løtum í 2. hálvleiki, og tað var ikki óuppiborið, at tað gjørdist 3-0. Heimaáskoðarnir kundu aftur fegnast, og síðani klappa málskjúttan av vølli. Cakir gav bóltin butur, og síðani gekk skjótt frá høgru til vinstru, har Lorenzo Insigne legði bóltin væl yvir í longra málhornið.

[object Object]Liðformeninir eftir seinasta bríksl. Chiellini støðgaði einsamalla áleyparanum hjá Turkalandi í skotstøðu í yvirtíðini - hetta fegnaðust teir á heimaliðnum um sum eitt mál (Mynd: EPA)

[object Object]Og venjarin kundi eisini vera fegin um trygga sigurin (Myndir: EPA)

Í 1988 legði Roberto Mancini Italia á odda í byrjanardystinum í Vesturtýsklandi, har tað endaði 1-1. Í kvøld stóð Roberto Mancini á odda, tá Italia skrivaði søgu við at vinna higartil størsta sigurin í einum EM-byrjanardysti - yvirlit sæst her. 56-ára gamli venjarin hevur ført Gli Azzuri á rætta kós aftur - í kvøld spældi liðið eisini uttan Marco Veratti, ið er ein av stóru stjørnunum. Nú kunnu Mancini og hansara menn líka njóta sigurin og síðani hugsavna um dystin móti Wales í Rom mikudagin. Wales og Sveis spæla seinnapartin í morgin í Baku, tveir aðrir dystir verða leiktir - í Keypmannahavn og Sankta Pætursborg - EM er av álvara í gongd.


EM-endaspælið 2020 (2021) - Bólkur A
Fríggjadagin 11. juni á Stadio Olimpico, Rom (áskoðarar: 12,916)
Italia - Turkaland 3-0 (0-0)
53' Merih Demirial 0-1
66' Ciro Immobile 0-2
79' Lorenzo Insigne 0-3

Italia 3
Wales 
Sveis
Turkaland 0

Í morgin - Leygardagin 12. juni klokkan 14 
(Baku): Wales - Sveis

Bólkur B: 
Danmark 
Finnland
Belgia
Russland

Leygardagin 12. juni klokkan 17 (Keypmannahavn): Danmark - Finnland
Leygardagin 12. juni klokkan 20 (Sankta Pætursborg): Russland - Belgia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder