Stutt fyri midnátt týskvøldið kom ferðalagið føroyska U21 landsliðið til ungarska høvuðsstaðin Budapest.
Har skal U21 landsliðið fyri fyrstu ferð í 18-ára søguni spæla venjingardyst móti øðrum landi.
Hetta verður á heimavøllinum hjá MTK Budapest, sum ber navnið Új Hidegkuti Nándor Stadion. Hetta eftir mæta ungarska áleyparanum í fimtiárinum, tá Ungarn var millum heimsins bestu fótbóltstjóðir, Nándor Hidegkuti.
Fyrireiking til dystin móti Fraklandi - fleiri skulu royna seg
Føroyar spæla í dag og síðani móti Fraklandi týsdagin. Seinni dysturin er undankappingardystur, og er dysturin í dag bæði fyrireiking til Frakland og ein møguleiki hjá fleiri at vísa seg fram, staðfestir venjarin.
– Ferðin gekk væl, og eftir eina venjin eru vit um at vera klárir til dystin móti ungarum. Væntandi koma nakrir av teimum, ið higartil ikki hava fingið so nógva spælitíð, at fáa kjansin ímóti Ungarn. Men dysturin er sjálvandi eisini fyrireiking til stóru uppgávuna ímóti Frankaríki mánadagin, so vit ætla at royna ymiskt, sigur Ólavur Mikkelsen við heimasíðuna hjá FSF.
![]()
Ólavur Mikkelsen og hansara lið hava tvær truplar uppgávur á skránni (Mynd: Sverri Egholm)
Í EM undankappingini eru Føroyar fremst í bólkinum við níggju stigum.
Venjingardysturin millum Ungarn og Føroyar verður spældur á Új Hidegkuti Nándor Stadion í Budapest hósdagin 13. novembur klokkan 14:15 føroyska tíð
Um alt gongur eftir ætlan kann dysturin síggjast her á m4sport.hu, skrivar FSF-heimasíðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald