Fótbóltur

Søguligur landsdystur fyri Ramos

Liðskiparin hjá Spania spældi landsdyst nummar 167 móti Føroyum í gjárkvøldið – eins nógvar og Iker Casillas.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-09 09:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanski 4-0 sigurin móti Føroyum í Gijón í gjárkvøldið varð søguligur fyri spanska liðskiparan, Sergio Ramos, sum varð skiftur út í 84. minutti.

Hetta var hansara landsdystur nummar 167, og hann eigur nú spanska metið fyri flest spældar landsdystir saman við fyrrverandi málverjanum á liðnum, Iker Casillas.

Næstu ferð Sergio Ramos trínir á vøllin í reyðu landsliðstroyggjuni, tekur hann metið.

Sergio Ramos er 33 ára gamal og skuldi átt nøkur ár eftir sum fótbóltsleikari á hægsta stigi. Hann byrjaði sína fótbóltsleið í Sevilla, og kom í 2005 til Real Madrid, har hann er skrásettur fyri næstan 500 dystir og 59 mál.

Verjuleikarin eigur longu eitt annað met sum á spanska landsliðnum. Ongin annar leikari hevur verið við í so nógvum sponskum sigrum á landsliðnum.

Hann er eisini væl á veg at taka metið sum tann evropeiski leikarin, sum hevur spælt flest landsdystir.

Metið eigur italski málverjin Gianluigi Buffon, sum ikki longur er við í landsliðshøpi, og tað er bara hann, sum hevur spælt fleiri dystir enn Ramos, nevniliga 176. Heimsmetið eigur egyptarin Ahmed Hassan, sum er skrásettur fyri 184 landsdystir.

Ramos hevur eisini møguleika at taka eitt annað heimsmet, nevniliga sum verjuleikarin, sum hevur skorað flest mál fyri landslið sítt. Metið eigur argentinarin Daniel Passarella, sum skoraði 22 mál á landsliðnum. Ramos hevur skorað 21 og heimsmetið varð, sum kunnugt, ikki tikið í dystinum móti Føroyum í gjárkvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder