Annað

Søguligur sigur á skoytubreytini

Skoyturennarin Irene Wüst úr Niðurlondum hevur vunnið seks OL-gullheiðursmerki.

2022-02-07 17:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá niðurlendski skoyturennarin, Irene Wüst, í dag vann kappingina í 1500 metra skoyturenning fyri kvinnur, tryggjaði hon sær ikki bara eitt gullheiðursmerki á vetrar-OL.

Hon skrivaði seg eisini inn í olympisku søgubøkurnar, skrivar dr.dk.

Gullheiðursmerkið við leikirnar í Beijing var sætta heiðursmerki av slíkum slag í OL-høpi, og tað hevur ongin annar skoyturennari megnað at gjørt fyrr.

Hon hevur nú vunnið tilsamans 12 heiðursmerki yvir fimm vetrarleikir.

Wüst tryggjaði sær í dag sigurin framman fyri japansku Miho Takagi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder