Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum var syftur, sligin og skumpaður av stóru norðmonnunum gjøgnum allan dystin var púra kaldur, tá tað galt.
Við fýra sekundum eftir og støðuni 25-26 til Noreg fingu Føroyar brotskast, og Elias setti bóltin trygt í netið aftan fyri Torbjørn Bergerud, sum annars hevði spælt ein framúr góðan dyst.
Og so var sensasjónin har. Føroyar fingu stig móti Noregi. Hetta er nakað av tí størsta, ið er hent í føroyskari ítróttasøgu yvirhøvur. Hetta er eitt endaspæl móti teimum allarbestu liðunum í Evropa.
Við hesum úrslitinum eru vónirnar um at koma víðari ikki heilt mistar.
Polendingar taptu móti slovenum í kvøld, so vit eiga at kunna klára okkum móti Polandi mánakvøldið.
Men tað er nokk ikki nóg mikið við trimum stigum fyri at koma víðari. Slovenia hevur 4 í løtuni. Noreg hevur trý eins og Føroyar. Men um vit vinna og Noreg missir stig móti Slovenia, so...
Vónin livir...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald