- Hetta er starvið til tín við kærleika fyri fótbólti, smáum oyggjum og fiski.
Soleiðis byrjar starvslýsing, sum varð løgd á heimasíðuna Nordjobb í gjár.
Søkt verður eftir fótbóltsspælarum - bæði monnum og kvinnum til eitt felag í Føroyum. Einki verður sagt um hvat felag, talan er um, men einans at besta mansliðið hjá felagnum spælir í næstbestu deildini í Føroyum, 1. deild.
Hyggja vit nærri eftir tí, kann talan bara vera um 07 Vestur, B68 ella B71.
Men møguleikarnir eru góðir, skilst á starvslýsingini.
Av tí at liðið spælir í næstbestu deildini krevst, at tú hevur royndir í fótbólti á nøkulunda høgum støði. Meðan tú spælir fyri felagið, fært tú eisini fulltíðarstarv á “lokala fiskavirkinum”, sum tað stendur skrivað. Felagið tekur sær eisini av einum bíligum bústaði til tann ella tey, sum fáa starv.
Lønin er umleið 20.000 danskar krónur um mánaðin, og ein arbeiðstíðin umleið 37,5 tímar um vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald