Seinastu dystirnir í EM-bólkaspælinum vórðu spældir í kvøld. Heilt stóra søgan var Georgia, sum er til sítt fyrsta endaspæl. Liðið tryggjaði sær pláss í áttandapartsfinalunum við 2-0 sigri á Portugal.
Sí eisini: Georgia framdi bragdið í Gelsenkirchen
Í 1/8-finalunum skal Georgia móti Spania. Niðanfyri sæst yvirlit yvir teir fyrstu "knock-out dystirnar" í Týsklandi.
Kvaratskhelia og liðfelagirnir taptu 7-1 fyri Spania í undankappingini í fjør. Mánadagin hittast liðini í einari áttandapartsfinalu. Søguligur dystur hjá Georgia - Spania er einasta liðið, sum hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum (Mynd: EPA)
Frídagar eru í morgin og fríggjadagin, áðrenn Sveis og Italia bresta saman í Berlin tíðliga leygarkvøldið. Seinni um kvøldið spæla týsku vertirnir móti Danmark í Dortmund - í dag eru júst 32 ár liðin, síðani Danmark vann EM-gull við finalusigri á Týsklandi í Göteborg.
Størsta uppgerðin er annars helst Frakland - Belgia.
Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Leygardagin 29. juni
17.00: Sveis - Italia
20.00: Týskland - Danmark
Sunnudagin 30. juni
17.00: Ongland - Slovakia
20.00: Spania - Georgia
Mánadagin 1. juli
17.00: Frakland - Belgia
20.00: Portugal - Slovenia
Týsdagin 2. juli
17.00: Rumenia - Niðurlond
20.00: Eysturríki - Turkaland
Vegurin til Henri Delaunay-steypið sær soleiðis út (Mynd: Fabrizio Romano)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald