Tað er nú minni enn ein tími til stóra brakið í Gundadali, har KÍ og B36 bresta saman. KÍ stendur seg við javnleiki - B36 skal vinna.
Brian Jakobsen verður fremsti maður hjá B36 í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Heimaliðið hevur liðformannin og málskjúttan frá Sarpugerði seinast, Lukasz Cieslewicz á bonkinum. Í hansara stað er Brian Jakobsen komin. Alex Mellemgaard fór út við skaða móti Vìkingi, og ivasamt er, um hann kann spæla nakran leiklut í dag.
B36 (4-2-3-1): Símun Rógvi Hansen - Jónas Tór Næs, Andrias Høgnason Eriksen (L), Bjarni Petersen, Erling Dávidsson - Eli Falkvard Nielsen, Hugin Samuelsen - Benjamin Heinesen, Michal Pryzbylski, Árni Frederiksberg - Brian Jakobsen
Bonkur:
Hans Jørgensen, Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Hannes Agnarsson, Lukasz Cieslewicz, Alex Mellemgaard og Gilli Samuelsen
Venjari: Jákup á Borg
Ísak Simonsen er á bonkinum frá byrjan
Semir Hadzibulic er ímillum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, og Ólavur Niclassen er aftur á vinstra bakki, har Ísak Simonsen annars hevur spælt mest í ár. Viðoyingurin hevur vant í vikuni, men er ikki heilt á toppinum. Norski miðvallarin, Magnus Stamnestrø, hevur verið fastur maður seinastu tíðina, men er ikki á dómaraseðlanum í dag. Sum skilst hevur hann fingið heilaskjálvta.
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup Biskopstø Andreasen, Simen Sandmæl - Patrik Johannesen, Páll Andrasson Klettskarð
Bonkur:
Ísak Simonsen, Torbjørn Grytten, Darius Lewis, Jonn Johannesen, Boris Dosljak, Steinbjørn Olsen, Geza Turi
Venjari: Mikkjal Kjartansson Thomassen
Fyrivarni skal takast fyri at leikaranir ikki júst spæla á plássum, sum víst er til omanfyri
Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni, og vit hava myndir og sjónbon ígjøgnum seinnapartin
Fótbóltur
Soleiðis stilla liðini upp til FM-finaluna
Føstu vinstru bakkarnir hjá báðum liðunum byrja á bonkinum í dag. Hjá B36 er eisini sermerkt, at liðformaðurin Lukasz Cieslewicz ikki er ímillum teir fyrstu ellivu - hjá KÍ er Magnus Stamnestrø ikki tøkur.
Alex er ikki nóg birgur at byrja inni í dag (Mynd: Sverri Egholm)
2019-10-26 14:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald