Víkingur og Inter Club D' Escaldes dystast um pláss í 2. umfari í UEFA Conference League, og fyrri dysturin byrjar klokkan 16 í høvuðsstaðnum í Andorra.
Jóhan Petur Poulsen og toymi hava sett liðið. Har er sum so einki óvæntað. Talan er um eitt næstan púra lokalt og ungt lið, tó við nøkrum veteranum.
Víkingur (4-3-2-1): Bárður á Reynatrøð - Signar á Brúnni, Atli Gregersen (L), Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson - Aron Jarnskor Ellingsgaard, Geza David Turi - Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson - Martin Klein Joensen
Á bonkinum: Hans Jákup Arngrímsson, Andreas Lava Olsen, Páll Eirik Djurhuus, Ari Olsen, Poul Kallsberg, Ingi Arngrímsson, Árni Nóa Atlason
20-ára gomlu Signar á Brúnni og Aron Jarnskor Ellingsgaard spæla fyri fyrstu ferð frá byrjan í evropeiskum dysti, og tað sama er galdandi fyri Martin Klein Joensen og Inga Johardsson. Signar og Aron byrjaðu fyri fyrstu ferð inni á U21-landsliðnum í síðsta mánaða - móti Andorra - og Signar, Martin og Ingi vórðu innskiftir í Conference League í fjør.
Televarpið vísir dystin fyri eitt gjald.
Sí eisini: Spæla seinnapartsfótbólt í sólini í Andorra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald