Fótbóltur

Spæla seinnapartsfótbólt í sólini í Andorra

Spennandi avbjóðing hjá steypavinnarunum í dag. Víkingur hevur fimm ferðir áður spælt seg víðari í evropeiskari kapping.

Víkingur vann í fjør báðar dystirnar í fyrsta umfari í Conference League. Tá var mótstøðuliðið av Gibraltar (Mynd: Bjarni Enghamar)

Víkingur vann í fjør báðar dystirnar í fyrsta umfari í Conference League. Tá var mótstøðuliðið av Gibraltar (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-07-13 10:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 breyt evropeiska múrin fyri føroysk lið, men í fleiri ár í 10'unum vóru tað víkingarnir, ið umboðaðu Føroyar allarbest av føroysku feløgunum. Í 2013, 2014 og 2017 spældi liðið úr Eysturkommunu seg víðari samanlagt fýra ferðir, og í 2017 var ógvuliga nær við, at tað eydnaðist at senda íslendsku meistararnar, við Gunnari Nielsen, í málinum út í 2. umfari í Champions League. Í 2015 fingu víkingarnir javnleik móti Rosenborg í Noreg og kundi vunnið dystin á Svangaskarði.

Víkingur endaði nummar fimm trý ár á rað, og var harvið ikki í evropeiskari kapping árini 2019-2021, men afturvendanin í fjør byrjaði við tveimum sigrum móti Evropa FC úr Gibraltar. DAC Streda var ein ov stórur biti í 2. umfari - í ár skal Víkingur aftur royna seg í Conference League.

Liðið er steypavinnari. Fleiri av føstu spælarunum frá í fjør eru ikki við til hesar uppgávurnar, og Víkingur er í løtuni nakað frá oddinum í Betrideildini. Liðið er uppaftur yngri, og orkuríku menninir úr Eysturkommunu skulu takast við lið úr Andorra, ið fyrr hevur sligið HB út. Annars er Inter Escaldes ikki beinleiðis ræðandi á pappírinum. Víkingur er helst ein lítil favorittur at koma víðari, og var í fyrstu syftu eisini lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum til útidystin. Nú stendur tað nætan á 50-50

Les eisini: Conference League: Víkingur er størsti føroyski favoritturin

[object Object]
Vakrar kringumstøður til venjing hjá Víkingunum (Mynd: vikingur.fo/Facebook)

[object Object]

(Mynd: vikingur.fo/Facebook)

Tað vera annars øðrvísi umstøður hjá víkingunum í dag við undirlagnum, og umleið 25 hitastigum, tá dómarin úr Luksemborg bríkslar í gongd í Andorra la Vella klokkan 17 lokala tíð. Hópurin hevur verið í høvuðsstaðnum í lítla landinum síðani mánakvøldið og fyrireika seg.

Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen skal royna at stríða seg til eitt gott útgangsstøði til heimadystin. Dysturin kann síggjast í Televarpinum. Hann byrjar klokkan 16 føroyska tíð.

Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Í kvøld, hósdagin 13. juli - Andorra La Vella
16.00: Inter Clud d' Escaldes (AND) - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder