Í gjárkvøldið setti KÍ hol á evropeiska summarið hjá føroysku feløgunum við sterkum avriki og javnleiki móti ungarsku meistarunum. Heimaliðið kundi og burdi helst vunnið við Djúpumýrar, men hetta var í øllum førum ein góð byrjan.
Sí eisini:
KÍ stóð móti trýstinum
Myndir: KÍ- Ferencvárosi
Samrøður:
Árni Frederiksberg: - Skapa møguleikarnir og støðurnar til at vinna dystin í dag
Børge Petersen: - Man klárar alt um man vil
Magne Hoseth: Errin av avrikinum hjá dreingjunum
KÍ-spælararnir stríddust ógvuliga væl og skaptu fleiri størri møguleikar enn Ferncvárosi, sum fyrr í ár var millum tey síðstu 32 liðini í Evropa League (Mynd: Sverri Egholm)
Trý lið eru í Conference League. Tað eina spælir í kvøld, og tað er B36 á heimavølli. Talan er um føroyska felagið, ið oftast hevur spælt seg víðari í evropeiskari kapping, og møguleikin móti estiska Paide Linnameeskond burdi verið góður.
Á pappírinum er B36 ein lítil favorittur í Gundadali. Hjá veddingarfyritøkunum gevur heimasigur í kvøld peningin umleið tvær ferðir aftur. Hetta er tó ikki ein so stórur favorittleiklutir á heimavølli - sigur til Paide gevur peningin nakað omanfyri tíggjar ferðir aftur. Lagt er upp til tætta uppgerð.
Sí eisini:
B36 skal tryggja sær gott útgangsstøði
Dan Brimsvík: - Vit fara at royna at taka stafettina
Andras Johansen: - Hetta er ordiliga stórt fyri okkum
Tað er tað eisini hjá grannunum. Derry City er helst favorittur at fara víðari samanlagt, men HB er ein evarska lítil favorittur hjá veddingarfyritøkunum til dystin á Tòrsvølli í morgin. Lítil munur er á oddsunum til hvørt útfall. HB hevur ikki tapt ein evropeiska heimadyst síðani 2016.
Víkingur kom víðari úr 1. umfari í fjør móti liðið av Gibraltar. Nú er talan um mótsstøðu úr Andorra, og hóast Inter Clud d' Escaldes sló HB út úr Champions League í 2021, so má føroyskur fótbóltur metast at vera frammanfyri fótbóltin í Andorra. Víkingur hevur mist nakrar spælarar, í mun til síðsta ár, men er hjá veddingarfyritøkunum favorittur til dystin í morgin, hóast hann er á útivølli. Oddsini á steypavinnararnar liggja hvør sínumegin tvey hjá ymisku veddingarfyritøkunum, ið sigur eitt sindur, í mun til at tað er útidystur.
Harvið eru øll føroysku feløgini favorittar til fyrru dystirnar í Conference League. Sigast skal tó, at eingin er greiður favorittur á pappírinum - og tað er júst bara á pappírinum. Slík odds eru langt frá altíð eftirfarandi. Tó kann tað væntast, at talan verður um spennandi uppgerðir hjá B36, HB og Víkingi. Televarpið vísir allar dystirnar.
Conference League 1. umfar
Í kvøld, mikudagin 12. juli
19.00: B36 - Paide Limmaskond (EST)
Í morgin, hósdagin 13. juli
16.00: Inter Clud d' Escaldes (AND) - Víkingur
19.00: HB - Derry City
Sjónvarp: Televarpið
Portalurin verður á staðnum til dystirnar í høvuðsstaðnum og hevur eisini tilfar úr Andorra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald